Oystu milliónir í fyritøkuna

Rættarmálið móti Jan Allan Müller, fyrrverandi stjóra og fyrrverandi fíggjarstjóranum í Injektor Trawldoors heldur fram í rættinum í Horsens.

Í gjár varð Hans Erik Frost, sum átti í fyritøkuni avhoyrdur sum vitni.

- Tað vantaði alla tíðina peningur í kassanum. Vit settu milliónir eftir milliónir í fyritøka og skiltu ikki, hvar var av peninginum, segði hann.

Tað skrivar Horsens Folkeblad í dag.

- Tað var eitt verri svans og nógv svik, sum vit funnu, tá ið vit umsíðir komu eftir, hvussu alt hekk saman. Til dømis høvdu bæði vit sjálvi, Injektor Trawldoors og viðskiftafólk rindaðu fyri framleiðsluna av trollemmum í Kina. Peningur, sum vit hildu okkum rinda til framleiðaran, fóru til kontur, vit ikki vistu um vóru til, segði Hans Erik Frost.