Ozon í broyttum líki

Norðurlandahúsini í Íslandi og Føroyum eru saman við grønlendska mentanarstovninum farin undir eina tíðindatænastu fyri ung á internetinum

Í hesum døgum situr ein redaktión av ungum miðlafólkum í Norðurlandahúsinum og leggur tíðindi út á internetið frá fundinum hjá Norðurlendkska Unglinga Ráðnum og frá Norðurlandaráðsfundinum.

Redaktiónin hevur sum endamál at greiða ungdómi í útnorði frá, hvat fyriferst í slíkum forum, hvørji mál verða viðgjørd, og hvat samband tey hava við ungdómin.

Hetta arbeiðið er eitt framhald av Ozon verkætlanini, har ung í útnorði hittust at skriva eitt ungdómsblað, ið varð givið út Grønlandi, íslandi og Føroyum.

Unglingaredaktiónin situr í løtuni í Norðurlandahúsinum í Reykjavík, men tíðindamaðurin og myndamaðurin eru í tíðindafólkahølunum í Hauskolabió, har Norðurlandaráðið kemur saman.

Í redaktiónini eru Stefan í Skorini, sum vanliga starvast á Sosialinum, Knud Josefsen úr Grønlandi er myndamaður og Hlynur Magusson er web-master. Laufey H. Blaasvær stendur fyri verkætlanini.

Tíðindini, ið verða send um www.ozon.net, verða filmsupptøkur, ið kunnu síggjast í Real-Player. Redaktiónin heitir á ung í útnorði um at senda hugskot og spurningar við telduposti á session@leitel.fo.