Seinastu tvey árini hevur Norðurlandahúsið arbeitt við einum projekti at gera norðurlendskt ungdómsblaðið ?Ozon³, sum næmingar í miðnámsskúlunum hava gjørt í felag við ungdóm í Íslandi, Grønlandi og í Føroyum. Rani Nolsøe higartil hevur staðið fyri hesum arbeiði.
Av tí at hann er farin í annað starv í Klaksvík, er nýggjur projektleiðari settur.
Hevur arbeitt á stovninum áður
Tað er Laufey Haraldson, ið tekur við sum nýggjur projektleiðari. Hon er útbúgvin á Turistakademiiet í Randers, har hon tók prógv í 1994. Hon saknaði í hesi útbúgvingini, at ikki meir var gjørt á telduøkinum, og fór tí á Winard skúlan í Århus at ogna sær vitan um kunningartøkni.
Laufey Haraldson er kend við arbeiðið í Norðurlandahúsinum, har hon var í praktik eitt skifti, tá hon gekk á Turistakademiinum.
Tað verður uppgávan hjá nýggja projektleiðaranum at arbeiða víðari við projektinum á mediaverkstaðnum í Norðurlandahúsinum.
Higartil eru bert trý ár avsett til hetta arbeiðið, men Peter Turtschaninoff, stjóri í Norðurlandahúsinum, vónar, at hetta arbeiðið kann halda fram.
Tað eru stjórarnir í Norðurlandahúsunum í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum, sum hava tikið stig til projektið at fáa ungdómar miðnámsskúlunum í hesum londum at samlast um eina felags uppgávu.
Vilja geva ungdóminum felags mál
- Hetta er liður í arbeiðinum at geva ungdóminum í Norðuratlantshavi eitt felags mál. Ein partur er tann málssligi. Vit skriva á donskum máli, av tí at vit noyðast at hava eitt mál úteftir. Tey ungu mugu eisini læra at samstarva við umheimin, sigur Peter Turtschaninoff.
Í næstum fara stjórarnir í hesum londum á fund í Gøteborg, har teir fara at gera eina roynd at ávirka Norðurlendska ráðharrráðið, sum saman við mentanarstovnunum fíggja projektið, um at leingja tað eitt trý ára skeið aftrat.
Laufey Haraldson heldur, at projektið er spennandi. Ungdómsblaðið ?Ozon³ kemur út tvær ferðir árliga í 20.000 eintøkum, og verður sent út í norðurlendsku londunum, og eisini til teir politikarar, sum eru við í norðurlendska samstarvinum annars.
Eisini møguleikar
fyri loftmiðlunum
Tað kann eisini byggjast víðari á hetta ungdómsprojekt, av tí at útvarp og sjónvarp um stutta tíð verður gjørt digitalt. Tá ber eisini til at draga loftmiðlarnir inn í projektið, og tað halda bæði stjórin og projektleiðarin verða eitt gott hugskot.