Sambært Business Line, sum fylgir broytingunum í partafelagsskránni, hevur Atlantic Airways nú stovnað p/f Hotel Atlantic. Stjóri í felagnum er Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflog, meðan Niels Heini Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflog, eisini er nevndarformaður í Hotel Atlantic. Partapeningurin í felagnum er 25 milliónir krónur.
Hotel Atlantic skal reka hotellvirksemi.
Samstundis er eitt partafelag stovnað, sum er knýtt at matriklinum, sum hotellið skal byggjast á. Tað eru p/f Tryggingarfelagið Lív, Hotel Atlantic og p/f LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag, sum hava stovnað p/f ognarfelagið matr.nr.1332e.
Í tí felagnum er Niels Heini Mortensen stjóri og Jan Jakobsen nevndarformaður. Partapeningurin í hesum felagnum er átta milliónir krónur.
Hetta felagið skal eiga fasta ogn og reka útleigingarvirksemi.