Fyri flest allar føroyingar hevur fyritøkan P/F Valdemar Lützen altíð verið til, hon er nevniliga ein av teimum elstu í landinum. Fyritøkan er stovnað fyri næstan hundrað árum síðan, í 1904, og verður sostatt 100 ár í desember 2004.
P/F Valdemar Lützen er kend sum ein ógvuliga stabil fyritøka. Fyri uttanfyristandandi hevur tað sæð út, sum at fyritøkan ikki letur seg ávirka av góðum ella ringum tíðum.
Kul, koks, Brænde
Valdemar Lützen var føddur í Havn 8. oktober 1878. Valdemar og bróðurin Herluf Lützen, arbeiddu báðir í fyritøkuni hjá pápanum, Jacob Lützen, sum hevði handil við Áarvegin og eitt fiskabollavirki í gomlu fabrikkini hjá Østrøm úti í Rættará. Tá pápin legði frá sær, yvirtók Herluf handilin við Áarvegin, handilin sum vit kendu undir navninum Jacob Lützen, yvir av Hotel Hafnia. Jacob Lützen var sonur A.C. Lützen, ið var tann fyrsti Lützen í Føroyum.
Valdemar yvirtók virkið í Rættará og stovnar sína egnu fyritøku í 1904, har hann m.a. seldi byggitilfar og kol. Hann keypti eisini skip, sum sigldu við farmi til handilsvirkið, umframt aðra frakt til Føroya úr útlondum. Fyrsta skipið hjá Valdemar Lützen var "Forældersminde", sum hann keypti úr Danmark. Seinni læt hann skonnartina "Sjeysystrar" byggja, sum sigldi við frakt millum lond. Eisini hevði hann lossijaktina "Diddan", sum sigldi við farmi millum oyggjarnar og út til størri farmaskip, sum ikki kundu leggja til bryggju.
Umleið 1930 víðkaði Valdemar fyritøkuna við at stovna eitt frystivirki í Rættará, serliga ætlað fiskiførum sum fóru á ísfisk. Saman við Niels Nielsen (Niels í Heiðunum), keypti Valdemar sandbátin "Slúkur". Niels førdi bátin, sum legði sandin upp í Rættará.
1. mars 1911 gjørdi Valdemar Lützen sáttmála við nakrar jarðaeigarar á vestara armi á Skálafjørðinum um at leiga eitt øki innan fyri býlingin við Sjógv á Strondum, sum varð kallað Hulkur. Har fekk hann sær kolagoymslu, og ein atløgubrúgv varð eisini bygd á staðnum.
Í 1929 fær Valdemar umboð fyri "Det Danske Petroleums Aktieselskab" DDPA . Tá fekk hann sær eisini oljugoymslu inni á Hulki. Ein fyrimunur við at hava goymslu á Hulki, var, at har var eisini gott vatn. Soleiðis kundu skipini fáa kol, olju og vatn á sama stað og sera høgliga. Har var eisini sera veðurgott.
Valdemar Lützen hevði stórar kolagoymslur í Havn. Hann leigaði stór skip til Føroya við koli og byggitilfari nakrar ferðir um árið. Tey sum eru komin nakað upp í árini minnast ivaleyst ta høgu træbrúnna, sum á hvørjum sumri varð sett út í sjógvin frá Høgukai og haðani inn yvir kolagarðin. Kolið bleiv koyrt í land við trillibørum.
Teir gulu kolabilarnar hjá Valdemar Lützen við áskriftini "Kul, Koks, Brænde" vóru ein býarmynd í Havn.
Í Danmark hendi tað eftir kríggið, at DDPA, sum hevði havt umboð fyri Standard Oil (Esso), varð gjørt til dóttirfelagið "A/S Dansk Esso". Teir vildu hava eina deild í Føroyum og ikki einans ein umboðsmann. Tá læt Valdemar Lützen umboðið frá sær og Esmar Fuglø, sum hevði oljufelagið "Føroysk Oljusøla", gavst við sínum virksemi, og bleiv ístaðin stjóri á A/S Dansk Esso.
Tá Valdemar Lützen legði frá sær, tók sonurin, Mogens Lützen, við sum stjóri á fyritøkuni.
Handilin í Vágsbotni
Valdemar Lützen, yngri, sonur Mogens, fór í 1949 sum 16 ára gamal til Danmarkar í handilslæru hjá handilsfyritøkuni "Bjørns Efterfølger" í Holbæk. Í somu fyritøku hevði pápin staðið í læru 20 ár frammanundan. Tá lærutíðin var liðug, arbeiddi Valdemar sum skrivstovumaður í Newcastle í Onglandi eitt tíðarskeið.
Tá Valdemar kom aftur til Føroya í 1953, keypti fyritøkan klædnahandilin hjá Zacharias Heinesen í Vágsbotni, Zacharias var pápi William Heinesen, listamann og skald.
1. desember 1953 læt Valdemar upp ein isenkramhandil í niðaru hæddini í hesum húsum. Fyrstu árini leigaði Sildasølan seg inn í ovaru hæddina. Fyrst í 60-unum víðkaði hann handilin og tók ovaru hæddina í brúk. Tá varð amboðsdeildin í niðaru hæddini, meðan glas og postalínsdeildin var í erva.
Í 1982 bleiv ein nýggjur bygningur bygdur á Skálatrøð, har amboðsdeild, byggimarknaður, urtagarðsrøkt og fiskireiðskapur eru.
Í handlinum í Vágsbotni er í dag køks & búnýti og gávulutir í báðum hæddunum. Í fyritøkuni arbeiða tilsamans 12 fólk og Valdemar er stjóri í P/F Valdemar Lützen.