info
Ongi úrslit

Rúni Djurhuus hevur í dag keypt eina bilasølu

Í dag hevur P/F Wenzel keypt kappingarneytan Sp/F Bilrøkt. Tað váttar Rúni Djurhuus, sum eigur og er stjóri hjá P/F Wenzel.

Eirikur Lindenskov
10. juni 2022 kl. 15:33

– Vit hava skrivað undir avtaluna fyri einum tíma síðani, sigur Rúni Djurhuus, tá vit hitta hann í telefonini.
Hann sigur, at Sp/F Bilrøkt verður eitt felag undir P/F Wenzel, men fer at koyra víðari sum vit kenna tað. Handilin er, sum altíð í slíkum førum, treytaður av, at Kappingareftirlitið góðtekur ein slíka samanlegging.
Jákup á Borg, eigari, stovnari og stjóri á Bilrøkt, sigur, at tað er við sera blandaðum kenslum, at hann hevur tikið hesa avgerð.
– Eg segði starvsfólkunum frá hesum í morgun, og tá knekkaði eg. Tí hetta er mítt lívsverk og hevur verið mítt hjartabarn í 17 ár, sigur hann.
Jákup á Borg, sum er 42 ára gamal, byrjaði Bilrøkt í 2005. Í 2008 kom pápi hansara, Heini á Borg, eisini upp í felagið, sum keypti ein vinnubyging í Stiðjagøtu við Velbastaðvegin í Havn.
Í fyrstuni fekst felagið við at vaska og polera bilar, men virksemið er støðugt vaksið við rustviðgerð, bilverkstað og ikki minst bilsølu. Felagið umboðar bilmerkini Kia, MG og Isuzu.
– Tað hevur havt stóran týdning fyri meg, at Bilrøkt heldur fram, so sum vit kenna tað, og at bæði starvsfólk og viðskiftafólk merkja so lítið til broytingina, sum gjørligt, sigur Jákup á Borg.
Hann sigur, at hann hevur ikki samráðst við fleiri partar, men bara við Rúna Djurhuus, sum hann kennir væl.
– Eg eri fegin um, at tað er tann rætti keyparin, sum hevur keypt, og eg havi fult álit á Rúna Djurhuus, sigur Jákup á Borg, sum nú fer at halga allar sína arbeiðstíð til fótbóltin.
Jákup er kendur úr fótbóltinum, spældi í nógv ár við B36 og var fastur fúsur á landsliðnum. Hann hevur eisini útbúgving sum fótbóltsvenjari og tók fyri stuttum við sum venjari hjá besta liðnum hjá B68.
– Tá eg tók við venjarastarvinum, visti eg, at hendan sølan var á veg. Annars hevði eg ikki gjørt tað, sigur Jákup á Borg. 
– Tí tað krevur so nógv at vera venjari í bestu deildini í fótbólti, at tað er vónleyst at hava fulltíðarstarv afturat, sigur hann.
Hóast Jákup á Borg hevur selt, so varðveitir hann tó limosinutænastuna eftir, sum hann fer at røkja við nøkrum bilum og bussum. Harumframt fer hann at eiga ein lítlan part í P/F Wenzel, har hann eisini verður nevndarlimur.

Myndin er ikki tøk

Mest lisið hesa vikuna

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

3. oktober kl. 19:18

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Bilurin ringdi sjálvur eftir hjálp

3. oktober kl. 11:05

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

4. oktober kl. 23:14

Maður breyt knæið eftir bardaga

4. oktober kl. 20:25

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

KA/Þór var fyri fimta tapinum á rað

1 tími síðan
Hondbóltur

Silja var toppskjútti hjá Ajax við átta málum

1 tími síðan
Fótbóltur

Västerås tapti á Gamla Ullevi leikvøllinum

2 tímar síðan
Hondbóltur

Maria og liðfelagarnir mistu í oddastríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar russiskt diesel til sperdar amerikanarar

3 tímar síðan
Hondbóltur

Teis mátti lúta fyri sínum gomlu liðfeløgum

3 tímar síðan
Tíðindi

Grønland kann avtaka summartíð longu næsta ár

3 tímar síðan
Tíðindi

SMS: Neistin vann á StÍF

4 tímar síðan
Ítróttur

Stórt altjóða judovikuskifti í Havn

4 tímar síðan
Hondbóltur

European Cup: VÍF vann stórsigur á Ferizaj

5 tímar síðan
Tíðindi

Vance fer ikki at hyggja um av­rætt­ing verð­ur send bein­leiðis

5 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta bjargaði 45 prosent av málroyndunum tá Skuru tryggjaði sær fyrsta sigurin

5 tímar síðan