Annar av venjarunum hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Pól F. Joensen, letur væl at umstøðunum í Kroatia. FSF Varpið fekk orðið á venjarin undir venjingini mánadagin
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF Varpið
U17-landsliðið við dreingjum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-endaspælið, sum næstu dagarnar er á skránni í Zagreb í Kroatia. Føroyar eru í bólki saman við Skotlandi, Fraklandi og Ungarn.
Les eisini: (Rás2) Frá familju og vinum til FC Midtjylland
Føroyski hópurin kom til kroatiska høvuðsstaðin seinnapartin sunnudagin, og síðani hevur liðið vant tvær ferðir. Og sum heild verður latið væl at umstøðunum, bæði hvat hotelli og venjingarvøllum viðvíkur.
Les eisini: (Rás2) Hetta mugu vit taka sum eina uppliving
FSF Varpið er við á ferðini í Kroatia, og undir venjingini mánadagin fingu vit orðið á Pól F. Joensen, ið saman við Áka Johansen stendur á odda fyri føroyska liðnum. Pól F. vónar at fáa stig í fyrsta dystinum, sum er ímóti Skotlandi mikudagin 3. mai klokkan 11:00, føroyska tíð.