Pól Jóhannus Justinussen sat á bonkinum allan dystin, tá Aab í dag vann 1-0 á HB Køge, meðan Christian Lamhauge Holst spældi nakað yvir ein tíma í 1-1 javnleikinum hjá Silkeborg ímóti Sønderjyske.
Tað hevur framvegis ikki eydnast føroyinginum í Aalborg at koma á vøllinum í Superligaini. AaB vann í dag 1-0 á HB Køge við málið, sum Niklas Helenius skoraði bara tríggjar minuttir fyri tíð.
Christian Lamhauge Holst byrjaði inni í heimadystinum móti Sønderjyske. Hann spældi fyrstu 68 minuttirnar og varð síðani útskiftur. Støðan var tá 1-0 til Silkeborg, men eitt korter fyri tíð javnaði Sønderjyske.
René Shaki Joensen, sum spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá Brøndby seinasta vikuskiftið, var ikki í hópinum í dag. Hann spældi hinvegin allan dystin í miðverjuni hjá U-19 liðnum, sum tapti 2-1 fyri Lyngby í gjár.
FCK tapti 1-0 fyri FC Midtjylland, meðan FC Nordsjælland vann á Bøndby Stadium og liggur fremst nú bara eitt umfar er eftir.