Pál varð við 2.267 stigum valdur til ársins ítróttarnavn, næstur honum var rógvarin úr Havn, Katrin Olsen, sum fekk 1.566 stig, meðan Elspa Mørkøre úr Gøtu fekk 3. flest, 1.164 stig.
Størsta hending á árinum
Størsta ítróttarhending í ár mundi ivaleyst vera fyrst í desember, tá Norðurlendsku Unglinga Meistaraheits kappingingin í svimjing (NJM) varð hildin í Havn. Tá slóg Pál veruliga sítt navn fast í svimjiheimin, tá hann framdi tað bragd, at vinna allar sínar kappingar og tað við lít. Á longu teinunum hevur Pál verið einaráðandi í norðurlendskum høpi, men at hann eisini megnaði at vera bestur á lutfalsliga stutta teininum, 200 metur frí, er bert tekin um hvussu óhugnaliga sterkur svimjari, blaðungi vágbingurin er.
Langteinari burturav
Áðrenn kappingina var væntað, at Páli fór at gangast væl á teimum longu teinunum, og at Kára, fór at eydnast eitt bronsu ella silvur. At endanum fingu vit í posa og sekk. Longu í aðru kapping í gjáramorgunin megnaði Kári J. á Høvdanum at rangera gamla heiðursmerkjametið, ið Elspa Mørkøre átti áðrenn. Hetta var at vinna eitt silvur heiðursmerki í NJM høpi. Men her steðgaðu okkara ikki. Tí vit hava jú Pál.
Pál leyp í hylin í fjórðu kapping, og restin er søga. Hann knúskaði alt til, ið honum var fyri og vann nokk tað greiðasta gullmerkið, ið er vunnið í hesum høpi. Heili 32 sekundir og tvær longdir fremri enn hinir svimjararnar. Ein maktuppvísing av proportiónum.
Støðug menning
Pál Joensen svimur dagligt við Suðuroyar Svimjifelag, og har sæst veruliga, hvat ein samanlegging kann viðføra. Har hava teir valt at leggja Tvøroyrar og Vágs Svimjifeløg saman í eitt felag, og menningin má sigast at vera eyðsýnd.
Ikki er tað heldur serliga undarligt, at menning betur letur seg gera, tá hópurin er breiður, tí ein kann kalla tað fyri eina pyramidu effekt. Breiðri botnurin er, tess hægri røkkur toppurin/elitan. Hetta er sannroynd, ið ikki er at vika.
Pál hevur veruliga eksplodera sína menning hetta seinasta árið, og stuttligt er at síggja, hvussu væl tað kann eydnast, tá fólk, feløg og hugsjónir taka tøk saman og í felag.
Enn ein fjøður í hattin
Hetta, at Pál hevur fingið heiðurin, at verða kosin ársins ítróttarnavn er sjálvandi nakað serligt. – Eg eri ómetaliga glaður fyri víst álit og heiður, og vónandi fer tað at vera við til at hjálpa mær í mínum ætlanum framyvir, sigur Pál og leggur afturat, at hann hevur fingið fleiri tilboð um sponsoravtalur, og uttan iva, hevur nýkosna heitið hjálpt um tað.
Pál skal til fleiri venjingar uttanlanda í nærmastu framtíð, og hetta tí at ongin langbani er í Føroyum. Hetta krevur sjálvsagt eina rúgva av pengum, tí tað kostar nógv at ferðast aftur og fram í heilum.
Venjingarferðir fyri framman
Í næstum skal Pál til fleiri venjingarlegur í Íslandi og aðrastaðni, har hann skal royna seg í langbanahyljum, til tess at standa seg betur í komandi stórkappingum. Pál skal saman við samstarvsfelagnum í Danmark, Aalborg Svømmeklub, á venjingarlegur, til tess at fáa neyðugu royndirnar.
Allar hesar venjingarnar eru alneyðugar, tí um mánaðarskiftið, juli-august, skal Pál Joensen luttaka í Europeisku Junior Meistaraheits kappingini, ið verður hildin í Serbia.
- Tað er sera umráðandi at fáa neyðugu nøgdina av venjingum í langbana, tí kappingin er hørð, og tað er erguligt, um tað skuldi miseydnast, orsakað av ov lítlari venjing, sigur Jón Bjarnason, venjarin hjá Páli.
Umráðandi kapping
EJM í Serbia um mánaðarskiftið, juli-august, verður ein sera týdningarmikil kapping fyri Pál, og hann venur miðvíst fram móti hesu kapping.
Vert er at leggja til merkis, at um man hyggur eftir, hvør vann í kappingunum í EJM í síðsta ár, so eru tað tann sama elitan, ið er á absolutta toppinum í EM, og eru í stórari kapping, um at náa OL, so tað er eitt rættuliga høgt støði, ið kappast verður á, og tessvegna enn meira umráðandi, at man er eyka uppsettur, og væl trenaður til umstøðurnar.
Nú er bert eftir at vóna, at Pál fær væntaða stuðulin, so at hann kann fáa nøktandi venjingina, og vinna Føroyum enn størri heiður, æru, og møguliga eisini heiðursmerkir. Sjálvandi hevði alt hetta verið nógv lættari, um bert Føroyar høvdu ein langbana hyl. Hann man neyvan kosta meira enn ein fótbóltsvøllur