Pál vann stóran World Cup-sigur

Við einari øgiligari tíð, sum var 14 minuttir og 32,64 sekund, vann Pál í stórum stíli og knústi føroyska metið, samstundis sum hann tók heili seks sekund av norðurlendska metinum.

 

Hetta hendi á World Cup-stevnuni í Moskva, har Pál millum annað setti fyrrverandi norðurlendska methavaran, Mads Glæsner, upp á pláss.

 

Pál var næstan sjey sekund framman fyri nummar tvey, sum var Vitaly Romanovich úr Russlandi, og nummar trý var Mads Glæsner, heili 12 sekund aftanfyri!