Løgreglan skuldsetti mannin, Barcin Banot, fyri at loypa ótta á almenning og kannaði, um maðurin var edrúur. Ribbaldurin hevur 178.000 fylgjarar á YouTube og kann rokna við at fáa 2.000 krónur í bót.
##med2##
Fólk, sum gingu á gøtuni í pólska høvuðsstaðnum, varnaðust mannin, sum var á veg upp eftir klædninginum á hotellinum uttan trygdarútgerð av nøkrum slag.
##med3##
31 ára gamli maðurin varð handikin, tá hann kom teir 170 metrarnar upp á takið á hotellinum, har løgreglan bíðaði honum.
Trýstið á pílin á myndini fyri at síggja filmsbrotið.
##med4##