Páll er fallin og verður fluttur úr Vágsbotni

Tað eru ikki bara borgarstjórar, sum falla í hesum døgum.

Síðani í gjár hava menn arbeitt við at bróta sokkulin undir standmyndini hjá Hans Paula Olsen í Vágsbotni – tí umsitingin hjá býráðnum hevur gjørt, av standmydnin skal flytast.

Og nú um døgurðaleitið fall gamli kappin, sum hevur staðið í Vágsbotni í so mong ár.

Fyribils verður standmyndin sett á goymslu hjá kommununi, men sum skilst er ætlanin at seta hana uppaftur í umhvørvinum í Vágsbotni.

Fyrsta dagin fer kommunan at leggja eina skoytubreyt í Vágsbotni, og tað er í tí sambandi, at standmyndin verður flutt. Eisini skulu nakrir lyktapelar flytast, so pláss verður fyri skoytubreytini.

Kommunan hevur ætlanir við at umskipa torgið í Vágsbotni og ætlar at fáa onkrar royndi tí viðvíkjandi, nú skoytbreyting verður løgd her.

##med2##

##med3##

##med4##