Páll hevur skorað

HB er enn eina ferð á veg ímóti stórsigri ímóti einum av botnliðunum. Nú 2. hálvleikur er lítið korter gamal, er HB leiðslan í heimadystinum ímóti B71 3-0.

Málskjútti var Páll Mohr Joensen, sum umsetti innlegg úr vinstru frá Poul Thomas Dam, eftir at Símin Hansen var farin skeivur av bóltinum.