Páll og René og Heðin millum teir næstbestu

1. DEILD: Bæði liðini vóru óvanliga væl mannað, tá ið KÍ seinnapartin vann á heimavølli ímóti HB

Lítil ella eingin ivi man vera um, at einir tíggju ella kanska fleiri av teimum 22, sum vóru millum teir fyrstu ellivu í Klaksvík í dag, høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu ellivu á nógvum liðum í bestu deildini.

KÍ hevði vitjan av HB, og teir næstbestu hjá klaksvíkingum vunnu 3-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

Millum teir á heimaliðnum vóru Dávid Langgaard, Páll A. Klettskarð, Jasper Van Der Heyden, Jesper Brinck, Jonn Johannesen og so norðmaðurin Ivar Sollie Rønning, sum hevur verið skaðadarvaður og ikki enn hevur verið á besta liðnum.

Millum teir á HB liðnum vóru Samuel Johansen Chukwudi, Mads Mikkelsen, Heðin Hansen, René Shaki Joensen, Kevin Schindler og Áki Debes Samuelsen.

Tá ið fimm minuttir vóru farnir, var støðan 2-0. Jonn Johannesen skoraði í fyrsta minutti eftir upplegg frá Páll A. Klettskarð, og Páll skoraði í fimta minutti. Tá átti Johan Waag Høgnesen innleggið.

Gilli Róason minkaði um munin til 2-1, tá ið ein hálvur tími var farin. Gilli Róason skoraði, og Leivur F. Guttesen átti uppleggið.

Tíggju minuttir eftir steðgin var Jonn Johannesen aftur upp á spæl. Tá átti Páll A. Klettskarð uppleggið.

Ivar Sollie Rønning var á vøllinum í fyrra hálvleiki, Jonn Johannesen var á vøllinum í 70 minuttir og Jasper Van Der Heyden var á vøllinum í 56 minuttir.

Hjá HB var Heðin Hansen á vøllinum í 62 minuttir.