- Nú kann Bjarni fáa ein møguleika at greiða frá, nær vit fáa Sandoyartunnilin, sigur tingmaðurin, Páll á Reynatúgvu. Hann hevur sett vinnumálaráðharranum fyrispurning. - Hvørjar samferðsluætlanir hevur sitandi samgonga viðvíkjandi einum komandi Sandoyartunli?, spyr Páll.
Sum sandoyingur veit hann alt um, hvønn týdning ein slíkur tunnil fer at hava fyri hansara oyggj.
Men nú eru hann og oyggjarfólkið so smátt farin at ótolnast eftir at frætta, nær gongd kemur á málið.
Í skrivliga fyrispurninginum spyr hann millum annað um kanningarnar, um linjuføringina, nær arbeiðið verður boðið út og hvussu verður við fíggingarmynstrinum.
- Fyri at gera gitingar og illgitingar til skammar, fær landsstýrismaðurin her eitt høvi at greiða frá hesi ætlanini, nú bert fáir mánaðir eru eftir av valskeiðinum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Páll á, at løgmaður hevur fleiri ferðir ført fram, at undanfarnar samgongur fingu í lag undirsjóvartunlarnar til Vágar og Norðoyggjar.
- Sitandi samgonga skuldi samtykkja Sandoyartunnilin, sum so skuldi gerast liðugur í komandi valskeiði, vísir hann á.