Tað er líkt til, at seinna umfar av polska forsetavalinum, sum er í dag, verður spennandi. Valið stendur millum tjóðartingsformannin, Bronislaw Komorowski, og fyrrverandi forsætisráðharran Jaroslaw Kaczynsk.
Í fyrra valumfari vann Komorowski tepurt. Munurin var knappliga fimm prosent.
Meiningakanningar undan seinna umfari í dag hava víst, at millum 45 og 54 prosent ætla sær at atkvøða fyri Komorowski, og at millum 42 og 45 prosent ætla sær at atkvøða fyri Kaczynski.
Valgranskarar siga, at tað verða tey ivandi, sum fara at avgera, hvør vinnur.
Valhølini í Póllandi lata aftur klokkan sjey í kvøld, og tær fyrstu ábendingarnar koma beint aftaná.