Pálmasunnudagur: Fjøldin kallar Jesus kong

Í dag er pálmasunnudagur, sum verður hildin til minnis um, tá Jesus seinastu ferð kom inn í Jerusalem áðrenn páskahøgtíðina.

 

Hann hevði júst verið í Jeriko, har hann vitjaði Sakkeus. Haðani lá leiðin til Betania, har hann vitjaði heima hjá Mariu, Martu og Lazarus, sum hann stutt framman undan hevði reist upp frá teimum deyðu. Hesa máltíðina tók Maria og salvaði føtur hansara. Men nú var tíðin komin at fara til Jerusalem at doyggja, greiða evangelistarnir okkum frá í Nýggja Testamenti.

 

Allir fýra evangelistarnir, Matteus, Markus, Lukas og Johannes, siga frá hendingini, tá Jesus verður fagnaður sum kongur á veg inn í Jerusalem, bara fáar dagar áðrenn fjøldin fer at rópa Krossfest og biður Pilates heldur leyslata drápsmannin Barabbas enn Jesus.

 

Matteus evangelistur skrivar soleiðis um hendingina í evangelii sínum, kapittul 21.

Lærisveinarnir fóru so avstað og gjørdu, sum Jesus hevði sagt við teir; teir fóru eftir ásninum og fylinum og løgdu klæði síni á tey, og Hann setti Seg oman á tey. Og fjøldin av fólkinum breiddi klæði síni á vegin; onnur skóru greinar av trøunum og stroyddu tær á vegin.

 

Fólkið, sum gekk undan og aftaná, rópti: "Hosianna, sonur Dávids! Signaður veri Hann, sum kemur, í navni Harrans! Hosianna á hæddini!"

 

Táið Hann nú kom inn í Jerúsalem, kom røringur í allan staðin, og tey søgdu: "Hvør er hesin?" Fólkið segði: "Hetta er Jesus profetur úr Nazaret í Galilea."

 

Jesus fór nú inn í tempul Guds og rak út allar, sum seldu og keyptu í templinum; borð teirra, ið vekslaðu pening, og stólar teirra, ið seldu dúvur, koyrdi Hann umkoll.

 

Og Hann segði við teir: "Skrivað er: "Hús Mítt skal kallast bønhús." Men tit gera tað til ránsmannabøli!"

 

Blind og lamin komu til Hansara í templinum, og Hann grøddi tey.

 

Frásøgnin er eisini at lesa í Markus 11, Lukas 19 og Johannes 12