Natash Vukotic í Hvalba er í eini merkiligari støðu. Hon er noydd at liva av almannahjálp, hóast hon ikki vil.
Men tað er ikki tí, at tað ikki er pláss fyri henni á arbeiðsmarknaðinum, tí hon hevur altíð havt tilboð um arbeiði.
Natasha Vukotic er úr Jugoslavia, men nú hevur hon búð í Føroyum í nógv ár.
Tá ið hon var barn, var sera gott at búgva í Jugoslavia og fólkið líktust nógv føroyingum.
Men so kom borgarakríggið og gjørdi enda á øllum.
- Lívið krígnum var onki at bjóða einum barni, so vit tóku av, tá ið maður min fekk møguleikan at koma til Føroyar at sparka við Royn í 1997.
Tey fóru aftur til Jugoslavia árið eftir, men tá fóru hon og maðurin hvør til sítt.
Hetta var um sama mundi sum NATO fór at bumba í Jugoslavia og tá ið støðan ikki batnaði,
endaði tað við, at vinfólk í Hvalba hjálptu henni og dóttrini við einum ferðaseðili heim til Føroyar og sostatt komu hon Vanja aftur hendavegin í 1999.
Hvalbingar høvdu eisini syrgt fyri bæði innivist og arbeiði.
Og tá ið hon longu sama árið hon kom higar í 1999 fekk høvi at keypa tey lítlu fittu húsini heilt uttarliga bygdini, var tað ein stórur dreymur, sum varð uppfyltur.
Sleppur ikki úr stað
Tey fyrstu árini endurnýggjaði hon arbeiðsloyvi tá ið tað kravdust. Men í 2004 kom stígur í og síðani er hon ikki komin ur stað.
Hon søkti um arbeiðsloyvið í apríl í 2004 og síðani tá hevur hon ikki sæð sítt egna pass aftur, fyrrenn beint nú.
Natasha arbeiddi á flakavirkinum í Hvalba, men tá ið tað fór á heysin í januar í 2005, hevði hon onki arbeiði.
Men longu vikuna eftir fekk hon arbeiðsboð á fiskavirking á Tvøroyri og har var hon so í nakrar vikur.
– So komu boð frá ALS at hon hevði ikki rætt at arbeiða hjá Fiskavirking á Tvøroyri, tí hon hevði bara arbeiðsloyvi til virkið í Hvalba.
Tað hjálpti onki, at ført varð fram at talan var um sama arbeiðsgevara, tí Fiskavirking átti eisini virkið í Hvalba.
Men har var ongin vegur uttanum. Hóast hon ikki hevði fingið svar uppá umsókn mína frá apríl í 2004, mátti hon aftur í mars í 2005 søkja um arbeiðsloyvið, hesuferð til Fiskavirking á Tvøroyri.
– Tá ið eg sendi umsóknina inn, lovaði tey at viðgera umsóknina skjótt, eftirsum at arbeiði bíðaði eftir mær.
Men heldur ikki hendan umsóknin gav nakað úrslit og hóast vit nú skriva 2007, er enn onki svar komið.
Munnliga hevur hon kortini nú fingið at vita, at hon hevur fingið arbeiðsloyvið til flakavirkið í Hvalba.
Men hóast hon nú hevur bíðað eftir svarið í heili trý ár tilsamans, er arbeiðsloyvi bara galdandi í átta mánaðir, fram til januar næsta ár.
Ímeðan hon hevur bíðað hevur hon eisini søkt um eitt arbeiðsloyvið, har hon ikki varð bundin at einum arbeiðsplássi. Innlendismálaráðið mælti eisini danska udlændingestyrelsen til, at eg fekk eitt slíkt arbeiðsloyvi, tí eg hevði bíðað so leingi.
- Men tað var afturvíst og uttan at spyrja meg eftir, varð umsóknin broytt so at eg søkti um arbeiðsloyvi til ein einstakt arbeiðspláss og tað er hesa umsóknina, eg havi fingið munnligt svar upp á nú.
Natasha heldur, at tað er óvirðiligt, at umsóknin verður broytt, uttan at hon er eftirspurd, ella í minsta lagi kunnað um, at so er.
-Hetta eru heilt avgerðandi viðurskifti í mínum lívi og hjá dóttir míni, sum tað snýr seg um og tí mátti minsta kravið verið, at tey ringdu til mín og greiddu frá støðuni og teimum møguleikum eg hevði. Men tað hendi ikki so ístaðin varð ein nýggj umsókn send upp á nakkan á mær og sum eg ikki visti av.
- Hóast alt eri eg ógvuliga glað fyri arbeiðsloyvið, eg havi fingið, hóast tað bara varar í átta mánaðir. Men hetta er ikki tað, eg bað um og tí eg føli tað óvirðiligt, at avgerðir um mítt lív og mína tilveru verða tiknar, uttan at eg veit av tí. Tað minsta mátti verið, at tey ringdu og tosaðu við meg um hetta, áðrenn tey gjørdu nakað.
Hon spyr eisini, hvat hendir, skuldi tað vilja illa til og virkið í Hvalba heldur uppat.
- Virkið í Hvalba hevur verið á trimum, fýra arbeiðsgevarum hesi síðstu 10 árini, og heldur tað uppat einaferð afturat, standi eg aftur í akkurát somu støðu.
Ímeðan hevur hon ikki havt annað val enn at taka ímóti hjálp frá Almannastovuni .
– Sostatt havi eg verið noydd til at liva av Almannastovuni, tí eg eri ikki sloppin til arbeiðis, hóast eg alla tíðina hevur havt arbeiðstilboð.
Natasha sigur, at hetta pínir hana, tí hon ætlaði ikki at liggja samfelagnum til byrðu og hon heldur at tað er heilt burturvið at hon ikki kann sleppa til arbeiðis, tá ið hon er biðin at koma til arbeiðis.
Les eisini greinina: Átta ár av mínum lívi farin til spillis