Pínir sjómansskatturin teg, so keyp oljuklæði og stivlar?

Sámal Jacobsen (y) fiskimaður

Nú ilskast summi á landi aftur inn á skattin hjá sjómonnum. Teir verða skuldsettir fyri at skáka sær undan at bera sín lut av skyldunum móti samfelagnum. Loftið fyri tí upphædd, sum hjá sjómonnum verður serskattað, skal lækkast úr verandi 500.000 kr. niður í eitt nú 400 ella 300 tús.
Hetta er hvørki fyrstu ella neyvan heldur seinastu ferð, at henda øvundin ger seg galdandi. Neyvan lata tingmenn seg tó tøla til at broyta hesa gagnligu skattaskipan.
Fyrst nøkur orð um, hví lógin varð samtykt í 1997:
Politikarar varnaðust, at føroyskir fiskimenn fóru heldur við útlendskum skipum, tí har fingu teir meiri burturúr. Noreg, Danmark og Ísland (onnur lond við) góvu sínum sjó- og fiskimonnum skattligar sersømdir fyri at samsýna teimum teirra serliga arbeiði.
Í Skotlandi bera sjómenn, sum eru meiri enn 180 dagar í sjónum um árið, lítlan og ongan skatt.
Uttan sersømdir í Føroyum var mitt í 90-árunum vandi fyri, at okkara fiskimenn fluttu við familju til grannalondini at búgva. So misti føroyski búskapurin bæði skattin og nýtsluna hjá familjunum hjá okkara fiskimonnum. Óli Jaocbsen var tá á tingi og í landsstýrinum. Anfinn Kallsberg, landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tá, legði lógina fyri løgtingið, sum samtykti sjómannaskattin við stórum meiriluta.
Tað var skilagott, tí henda skipan hevur gagnað Føroyum í ovurmát. Tað hevur m.a. við henni eydnast at tryggja lands- og kommunukassum optimala inntøku frá fiskivinnuni, tí vit behildu okkara góðu sjómenn. Teir veiða nevniliga rávøruna til 99% av landsins útflutningsvirði (upp ímóti 4 miljardum krónum um árið).
Síðan nøkur orð um, hvussu skipanin virkar:
Veruligi skattalættin hjá einum fiskimanni er ikki 15%, sum nógv halda, men max 7-8% av inntøkuni upp til hálva millión. Altso helvt at teim 15%, sum skattskylduga inntøkan verður lækkað í álíkningini. Fiskimenn fáa sostatt max uml. 35.000 kr. minni skatt um árið av hesi skipan. Men fáir koma so høgt upp.
Tær fáu árshýrurnar (mest yvirmenn og menn við bestu skipum), sum liggja oman fyri 500.000 kr., verða skattaðir sum allar aðrar inntøkur í landinum.
Fiskimenn høvdu árini fram til 2002 vaksandi inntøkur, tí fiskiskapur og fiskaprísir vóru góðir. Tá kom henda serskattaskipan væl við. Men nógv flestir fiskimenn komu heldur ikki tá í nánv av 1/2 mió. kr. um árið og fingu tískil ikki mest møguligan skattafrádrátt.
Farnu tvey árini eru hýrurnar falnar 20-40%. Skattalættin hjá sjómonnum er minkaður hareftir. Tað sansar at hjá mongum fiskimonnum og skipum at fáa endarnar at røkka saman nú.
Tað hevði verið ruðuleiki á arbeiðsmarknaðinum á landi, um limirnir í Føroya Arbeiðara-, Starvsmanna-, Lærara-, Heilsurøktar-, Magistara-, Búskapar- og løgfrøðingafelag livdu undir líka óstøðugum lønarkorum, sum føroyskir fiskimenn,
Løgið, at øvundin skal sita so djúpt í teimum, sum nú aftur ilnast inn á sjómannaskattin. Hví hugsa tey ikki heldur um eitt nú:
? at fiskimenn eisini gjalda fyri, men brúka nógv minni landsvegir, musikk- og kvøldskúlar, sjónvarp, læknar, forsorg og øll hini tilboðini hjá landi og kommunum til aðrar borgarar?
? at fiskimenn gjalda tað sama sum onnur, men hava ikki sama rætt til at fáa úr ALS?
? at fiskimenn brúka nógvan pening til telefonsamrøður við konur og børn, meðan teir eru á sjónum
? ella at fiskimenn virka undir hørðum korum og á ótryggum arbeiðsplássum og eru burtur frá konu, børnum, heimi og kenningum langar tíðir av árinum meginpartin av lívinum?
Tingmenn skilja vónandi, at ein orsøk til, at fiskimenn nú bíta saman tenn og klára at liva við verandi lønarfalli, er júst, at sjómannaskatturin doyvir nakað pínuna av inntøkumissinum.
Til øll hini, sum enn øvunda fiskimonnum einar tvær ferðir tíggju túsund krónur minni skatt um árið, eru bert eini ráð: Keypið tykkum oljuklæði og gummistyvlar og farið til skips. Kanska vóru tit skjótari í land aftur, tí tit halda ikki, at hesi vátu, skitnu, buldrandi og rullandi arbeiðspláss eru verd tann lítla skáa í skatti, sum fiskimenn fáa.
Tað mátti verið virðiligari mál hjá teim øvundsjúku at tala og virka fyri, at allir føroyskir skattgjaldarar fáa eina ella helst fleiri ferðir 7-8% minni í skatti. Vit fiskimenn høvdu ikki øvundað tykkum henda lætta, og vit skulu eisini stuðla tykkum at røkka hesum máli.