Hvussu hevur leikluturin hjá pápum verið fyrr, og hvussu er hann nú? Hvør er støðan hjá pápum í Føroyum, tá teir ikki búgva saman við børnunum? Og hvørjar reglur hava pápar at halda seg til í mun til samveru og foreldramyndugleika? Hesar og aðrar spurningar ber til at fáa svar uppá hesa vikuna, tá Javnstøðunevndin skipar fyri tiltaki um páparættindi. Tiltakið verður í Havn og í Fuglafirði.
Endamálið við tiltakinum er at økja um kunnleikan til páparættindi í føroyska samfelagnum og til, hvussu støðan hjá pápum í Føroyum er í mun til børnini, tá ið pápin og mamman ikki búgva saman.
Tiltøkini verða hildin soleiðis:
Mánakvøldið 16. mars klokkan 19.30 í Miðlahúsinum í Tórshavn.
Týskvøldið 17. mars klokkan 19.30 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Tey, ið leggja fram, eru:
Jørgen Lorentzen: Leikluturin sum pápi og rættindi hjá pápum í søguligum og nútíðar høpi. Jørgen Lorentzen er søgufrøðingur og granskari við Lærda háskúlan í Oslo.
Lene Moyell Johansen: Foreldramyndugleiki og samvera.
Lene Moyell Johansen er løgfrøðingur og fulltrúi hjá Ríkisumboðnum.
Orðstýrari er Solby Eliasen, journalistur.
Høvi verður eisini at seta spurningar til panel-luttakararnar og til at skifta orð um páparættindi.
Tiltøkini eru ókeypis og almenn, og Javnstøðunevndin vónar, at nógv fólk koma til hesi áhugaverdu og viðkomandi tiltøk sigur Javnstøðunevndin í tíðindaskrivi.