Viðurskiftini hjá rørslutarnaðum skulu nú gerast betur í Hvalbiar kommunu, og kommunan er nú farin í holt við at gera nøkur parkeringspláss, sum burtur av eru ætlaði rørslutarnaðum.
Herfyri gjørdi kommunan eitt øki við Hvalbiar skúla til parkering fyri rørslutarnað, og í næstum verður eisini eitt øki gjørt við Roynhøllina í Hvalba.
- Hetta er ein liður í at bøta um viðurskiftini hjá rørslutarnaðum í bygdini, siga tey í Hvalbiar kommunu, sum hava lagt viðheftu mynd út á sína heimasíðu.