Púra forelskaður í Føroyum

– Hann er púra forelskaður í Føroyum, sigur bókhandlarin Kári Árting, sum hevur lisið nýggju bókina hjá Tim Ecott The Land of Maybe - a Faroe Islands Year.

Omanfyri sæst høvundurin í lokala bretska bókahandlinum, har konan Jessica tók myndina. Legg til merkis klistrimerkið local author á fyrstu bókini ovast til vinstru.
Í ellivu ár hevur Tim Ecott javnan vitjað í Føroyum, fyrstu ferð sum gestur hjá Atlantsflogi. Tað er forlagið Short Books í London, sum hevur givið nýggju ferðabókina út. Greitt er at høvundurin, sum hevur arbeitt fyri BBC og givið bøkur út á Penguin forlagnum, hevur serligan áhuga fyri smáum samfeløgum, kanska serliga oyggjasamfeløgum, so sum Seyskelloyggjar, men eisini fyri stóra Afrika.

Lesið meira á blogginum hjá Birgir Kruse her