Púrasta javnt

AB snávaði enn einaferð, og TB fekk stig frá annars væl koyrandi LÍF maskinuni. Samstundis er B71 nú av álvara komið við í oddastríðið

2. deild

Tað er nú púrasta, púrasta opið, hvørji lið skulu enda ovast í aðru deild hjá monnum í ár.
Her hevur árið annars mest gingið tann vegin, at oddurin fór at verða ein spurningur, sum AB og TB skuldu svara, men seinastu vikurnar hevur tað gingist alt annað enn væl hjá AB.

Tað er heldur einki at ivast í, at leikararnir hjá AB mundu stúra eitt sindur fyri dystinum móti B36 leygardagin. Tí hóast stigatalvan gevar púra greiðar ábendingar um, hvat av liðunum er sterkari, so hevur AB seinastu árini havt alstórar trupulleikar av heimdystinum móti B36. Líka mikið, um hetta hevur verið í fjórðu, triðju ella aðru deild.
Hesa fer bendi alt tó á, at tað skuldi eydnast AB at fáa øll trý stigini. Tíðliga í dystinum legði Eyðun Samuelsen argjamenn framum, og so ráddi bara um at halda fast. Men hetta eydnaðist so ikki. Við málum frá Áka Mørk og Tummas Hans Rubeksen fekk B36 vent dystinum og harvið ognað sær trý sera kærkomin stig í stríðnum um at sleppa úr niðurflytingarvandanum. Her hevur B36 nú eitt glopp á fimm stig niður til KÍ, og meira enn nakað, sum tykist lykladysturin nú at vera útidysturin í Vági, sum stendur á skránni næst seinasta umfarinum.
Tann dysturin kann samstundis gerast ein bjargingarlína hjá VB, sum fyri fyrstu ferð í fekk fult, tá KÍ var á vitjan. John Eystberg skeyt í seinna hálvleiki einasta máið í dystinum, og so hevur VB bara fýra stig upp til KÍ, sum tykist vera steðgað fullkomuliga upp síðani summarsteðgin.

Sandoyingar við
At AB snávaði gav B71 møguleika at koma sær fram í uppflytingarstríðið, og hesum møguleika tóku teir gulu eisini av, tá teir vitjaðu í Hvalba.
Karl Magni Joensen og Tummas Pauli Olsen vóru menninir, sum syrgdu fyri tryggari leiðslu til gestirnar í steðginum, og tó at Sasha fekk minkað um munin við brotssparki, so kom Royn ongan tíð av álvara í aftur dystin, og so kundu sandoyingar fegnast um góðu gongdina seinastu umførini. Teir eru nú javnir við bæði AB og TB frammi í oddinum, og við dystum móti teimum trimum niðastu liðunum eftir, sær støðan slettis ikki so galin út sandoyingunum.
TB hevur tó enn ein dyst til góðar, og uttan iva verður tað sera avgerandi fyri endastøðuna, hvussu tað fer at gangast, tá FS Vágar skulu vitja á Tvøroyri mikudagin.
Hesaferð vitjaði TB í Leirvík, har LÍF hevur koyrt við fullari ferð síðani summarsteðgin, men hesaferð fingu leirvíkingarnir so bara eitt stig.
Leingi bendi eisini á, at heimaliðið einki skuldi fáa, tí at kalla allan dystin var tað TB, sum hevði leiðsluna. Í yvirtíðini eydnaðist tó Beini Justinussen at javna fyri leirvíkingarnar, og so má TB enn finna seg í, at teir ikki eru heilt einsamallir á odda.
Seinsti dysturin hetta vikuskiftið var í Miðvági, har Sumba vitjaði. Her eydnaðist FS Vágum at fáa ein tryggan 4-2 sigur, og sostatt halda teir framvegis fast í møguleikanum, sum teir hava at flyta upp. Hetta krevur tó ein sigur móti TB mikudagin, og tað verður í øllum førum ein trupul uppgáva.
Móti Sumba vóru tað annars gestirnir, sum komu á odda, men eftir at fyri John Thomsen og síðani Tór-Ingar Akselsen høvdu lagt vertirnar framum, kom sigurin ongantíð veruliga í vanda.
Næsta umfar í aðru deild verður leikt komandi leygardag, og ikki minst verður spenningurin tá stórur á Tvøroyri, har AB kemur á vitjan. Tann dysturin kann verða tann, sum avgerð oddastríðið í deildini, tó at B71 helst eisini vil hava nakað at siga í so máta.

AB-B36 1-2 (1-0)
1-0: Eyðun Samuelsen
1-1: Áki Mørk
1-2: Tummas Hans Rubeksen

LÍF-TB 1-1 (0-1)
0-1: Allan Poulsen
1-1: Beinur Justinussen

Royn-B71 1-3 (0-3)
0-1: Karl Magni Joensen
0-2: Karl Magni Joensen
0-3: Tummas Pauli Olsen
1-3: Aleksander Radosavljevic (br.)

FS Vágar-Sumba 4-2 (3-1)
0-1: Bergur Djurhuus
1-1: John Thomsen
2-1: Tór-Ingar Akselsen
3-1: Wellington da Silva Soares
3-2: Hallur Dam Joesen (br.)
4-2: John Johansen

VB-KÍ 1-0 (0-0)
1-0: John Eystberg