Eins og undanfarin ár skipar Meinigheitin í Hoyvík fyri stórari páskastevnu í Havn. Hesa ferð verður páskastevnan í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Stevnan verður sett skíriskvøld kl. 19, og hildið verður so fram við møtum alla høgtíðina líka til 2. páskakvøld, tá seinasta møtið verður hildið kl. 18.
Umframt kvøldmøtini verða eisini onnur møti. Allar heiligdagarnar á páskum er morgunmøti og langafríggjadag verður eisini eitt møti seinnapartin.
Av serligum tiltøkum á stevnuni skulu vit nevna: Familjumøtið, ið verður páskadag kl. 15, ungdómstiltakið við lovsongsløtu páskaaftan kl. 22 og gospeltiltakið páskakvøld kl. 22.
Sum vanligt hevur verið fáa vit eisini hesaferð vitjan uttanífrá. Tað verða Gordon Hickson og Ole Henry Halleraker, ið verða høvuðstalarar.
Gordon Hickson er kendur frá páskastevnunum í 1999 á Skála og frá páskastevnuni í 2000 í Havn. Hann kemur frá Watford i Onglandi og hevur áður verið við til at fyriskipa og tikið lut í fleiri møtirøðum runt umkring í heiminuml, og her skulu serliga nevnast møtirøðirnar í Afrika saman við kenda týska trúboðaranum Reinhard Bonnke. Gordon hevur eitt serligt kall til at náa ungdómin og hevur hann eisini víst serligt hegni í hesum arbeiði. Spennandi verður at hoyra tað, Harrin hevur lagt honum á hjartað í ár.
Ole Henry Halleraker er norðmaður og er ein av teimum trimum fyristøðumonnunum í "Kristkirken" í Bergen. Eisini er hann rektari á bíbliuskúlanum "Veien" í Bergen. Hann er kendur sum frálíkur talari og ikki minst fyri sína sterku profetisku tænastu. Hann hevur mangan verið til møtirøðir ymsastaðni í Svøríki, og har hevur hann verið sera væl móttikin.
Bæði Gordon Hickson og Ole Henry Halleraker eru kendir fyri at ganga á odda fyri at sameina "Guðs fólk", og hava teir stak góðar royndir í hesum arbeiði bæði frá Watford og frá Bergen. Eisini í hesum sambandi hava vit ætlanir um at samla leiðarar frá ymsum samkomum fyri at gera nýtslu av teirra góðu evnum og royndum.
Páskastevnan plagar at verða væl vitjað, og eisini hesaferð er stevnan løgd fyri Harran Jesus í ákallan og bøn við tøkk. So tá ið Meinigheitin í Hoyvík í treysti og við frímóði hevur bjóðað seg fram at skipa fyri hesum tiltakinum á páskum, so er tað tí vit vita, at Harrin hoyrir bønir. Vit biðja um, at stevnan má verða til ríkt vælsignilsi fyri mong, og at Harrin Jesus fer at loysa og seta mong menniskju í fullkomið frælsi.
Verið øll Hjartaliga vælkomin á páskastevnu.