Sambýlið í Pætursgøtu 3 verður eftir øllum at døma spart burtur tann 1. mai. Starvsfólk, búfólk og avvarandi hava fingið boðini um afturlatingina. Ætlanin er í staðin at flyta tey trý búfólkini, sum í løtuni húsast har, í annan stovn, har tey koma at búgva saman við evnaveikum.
Eliesar Jacobsen er ein av teimum avvarandi hjá búfólkunum í Pætursgøtu 3.
- Vit fara ikki at sita og hyggja at, meðan tey fara at stongja heimið hjá okkara familjum. Beiggi mín var ein tann fyrsti, sum flutti inn har, og har hevur hann búð tey seinastu níggju árini. Áðrenn búði hann á fleiri ymiskum stovnum, men einki vísti seg at rigga. Á Sambýlinum í Pætursgøtu hevur hann tað gott. Har hava tey, sum búgva har, hvør sína lítla íbúð á niðaru hædd, meðan ovara hæddin er felagsrúm fyri búfólkini, sigur Eliesar Jacobsen
Eliesar Jacobsen greiðir frá, at tað er alt avgerandi fyri fólk við Aspergers syndromi at hava slíkar umstøður, sum Sambýlið í Pætursgøtu bjóðar. Tey hava tørv á og dáma best at vera fyri seg sjálvi, og vilja helst sleppa undan sambandi við onnur fólk.
- Vit hava biðið um ein fund við landsstýriskvinnuna um málið. Aftan á verður meir at frætta um málið.
Rósa Samuelsen hevur ikki havt møguleika at seta seg inn í málið, og vísir í staðin til Nærverkið. Tá blaðið fór til prent, hevði tað ikki eydnast okkum at fáa eina viðmerking til málið frá Nærverkinum.
Sambýlið í Pætursgøtu er einasta sambýlið, ið er ætlað fólki við Aspergers syndrom. Sambýlið varð sett á stovn í 2000, tá tvey búfólk fluttu inn. Í dag búgva trý búfólk á stovninum.