Pávin í Avstralia

Benadikt 16. pávi kom í dag til Avstralia at taka lut á ungdómsstevnu hjá katólsku kirkjuni Tann 20. juli fer pávin at prædika fyri ungdómi úr øllum heiminum, og tá fer hann væntandi at tosa um kynsliga misnýtslu í kirkjuni.

Í sambandi við pávavitjanina hava avstralsku bløðini gjørt nógv burtur úr kynsligu misnýtsluni hjá katólskum prestum og vantandi viljanum hjá kirkjuni at biðja um umbering.

Beint áðrenn hann kom til Sidney í dag segði pávin, at tann ætlar sær at leggja stóran dent á royndirnar at tálma avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.