Fótbóltur
Viðhvørt loysir tað nógvar trupulleikar, at ein spælari flytir frá einum felagi og í eitt annað. Eitt gott dømi um hetta er pólverjin, Andrzej Pacek, sum fyri stuttum er fluttur til EB/Streym.
Pacek, sum er 36 ára gamal (hann er føddur 10. november í 1964) kom til Klaksvíkar í 1999, og hann var hetta sama árið við til at gera KÍ til FM vinnara. Pacek var fastur fúsur á liðnum. Í fjør var Pacek aftur í Klaksvík, men tá gekk ikki so væl, og pólverski miðverjin var ikki so fastur maður á liðnum hjá Tomislav Sivic, sum hann hevði verið hjá Tony Paris.
Eftir kappingarlok í fjør var greitt, at tíðarskeiðið hjá Pacek í Klaksvík var liðugt. Landsmaður hansara, Piotr Krakowski, var vorðin venjari hjá B36, og har fekk Pacek høvi at royna seg í ár. Men tað var skjótt greitt, at tað fór at verða meiri enn torført hjá honum at vinna pláss í miðverjuni, har hann skuldi kappast við Arnbjørn Danielsen, Egil Zachariasen, Herbert í Lon Jacobsen, Klæmint Matras, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen og ivaleyst onkran annan eisini.
Tí var tað, at Pacek flutti til EB/Streym. Har var hann fyrstu umførini í miðverjuni. Síðani hevur Bergur Magnussen gjørt av, at pólverjin skal røkja sentrala og verjukenda miðvallarplássið, og at Knút Vesturtún skal flytast eitt sindur longri út í høgru. Hetta hevur riggað væl, og EB/Streymur hevur fingið seks stig tríggjar teir seinastu dystirnar ? trý í Klaksvík á norðoyarstevnu og trý á heimavølli, tá NSÍ vitjaði síðsta sunnudag.
Men Pacek hevur eisini víst aðrar dygdir, síðani hann kom til EB/Streym. Hesar seinastu vikurnar hevur hann alt meiri tikið ábyrgd í at stýra venjingini. Bergur Magnussen hevur framvegis ábyrgdina av liðnum, meðan Pacek fyri tað mesta røkir venjingina.
Neyvan mundu teir í KÍ og B36 gruna, at royndi maðurin hevur sovorðin evni, men sovorðið kemur ofta til sjóndar, tá evnini í smáu bygdafeløgunum skulu gagnnýtast sum frægast. Og hvør veit, kanska Pacek okkurt av komandi árunum fer at vera venjari í onkrum føroyskum felag?