Pætur og AMO eru ósigraðir aftaná níggju dystir

AMO er næstfremst í næstbestu svensku hondbóltsdeildini

Seinnapartin vunnu Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO 31-23 á Tyresö í heimadysti í næstbestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Pætur sigur í stuttari viðmerking, at byrjanin var trek, men sum fráleið fingu teir betri tamarhald á bæði verjupartin og álopspartin.

 

Í steðginum var AMO á odda 17-13. Við fleiri kontramálum eydnaðist tað AMO at vinna dystin sannførandi. 

 

Pætur skoraði tvey mál í dag, og tók sum vant nógv tøk í verjupartinum.

 

AMO er næstfremst í deildini við 16 stigum fyri sjey sigrar og tveir javnleikir í níggju teimum fyrstu dystunum. Karlskrona er fremst við 18 stigum.

 

Komandi leygardag spælir AMO móti Västerås á útivølli.