Flyta ógvuliga sannlíkt upp í bestu svensku hondbóltsdeildina

Karlskrona er tvey stig og 25 mál aftanfyri AMO undan seinasta leikumfarinum

Pætur Mikkjalsson og liðfelagarnir í AMO hava vunnið næstbestu svensku hondbóltsdeildina.

 

AMO leikti í næstseinasta dystinum í grundspælinum 30-27 á Drott á útivølli. AMO var á odda 16-12 í steðginum.

 

Karlskrona kann vinna seg upp á sama stigatal sum AMO, 42 stig, men AMO er betri innanhýsis, og AMO hevur ein málmun, ið er 25 mál betur enn tann hjá Karlskrona.

 

Pætur hevur serliga havt sín leiklut í verjuspælinum hjá AMO. 

 

Í seinasta umfarinum komandi fríggjakvøld møtir AMO á heimavølli Rimbo, ið er næstaftast í deildini við bert 11 stigum, og eru staðfestir at flyta niður í triðbestu deildina. Tað er einki sum talar ímóti, at AMO fer at vinna tann dystin.

 

Karlskrona møtir Tyresö á útivølli. Tyresö stríðist fyri at sleppa undan at spæla upp- og niðurflytingardystir móti einum liði úr triðbestu deildini. So tað er einki sum talar fyri, at Karlskrona fer at vinna ein sigur upp á 25 mál.

 

Uppflytingin hjá AMO er 99,9 prosent vís. Hon skal bara staðfestast móti staðfestu niðurflytarunum hjá Rimbo á heimavølli komandi fríggjakvøld.