Pætur J. Petersen hevur stríðst við krím farnu vikuna, og hann var tí ikki við í byrjanarupptillingini, tá KA fyrr í dag spældi finalu í Lengjubikarunum móti Vali.
Pætur kom á vøllin tá 80 minuttir vóru leiktir.
Hallgrímur Mar Steingrímsson legði KA á odda 1-0 við einum brotssparki tá 71 minuttir vóru leiktir.
Leiðslan hjá KA helt inn í tíðina dómarin hevði lagt aftrat, tá Birkir Már Sævarsson javnaði til 1-1. Og so mátti brotssparkskapping til fyri at finna ein vinnara.
Valur brendi eitt brotsspark, og KA brendi tvey brotsspørk. Sostatt endaði finalan við einum 5-4 sigri til Val, ið kundi lyfta steypið aftaná lokna brotssparkskapping.
Pætur var millum teir tríggjar skjúttarnar hjá KA, ið settu brotssparkið í netið í brotssparkskappingini.
2. páskadag spælir KA fyrsta dystin í landskappingini. Hann verður á heimavølli á Akureyri móti gamla stórliðnum, KR.