KÍ ferðalagið er í kvøld í Keypmannahavn, og tíðliga í morgin verður farið til Kosovu, har dysturin í Europa Conference League verður hóskvøldið. Í kvøld hava føroyingarnir við kós móti Balkan fylgt við í Gundadali, og har koppaði tað toppliðnum í landskappingini KÍ til fyrimunar.
Setningurin hjá Víkingi var at vinna øll stigini við sær úr høvuðsstaðnum og norður aftur í Eysturkommunu, men tað miseydnaðist. Úrslitið varð 2-1 heimasigur til HB, og tað ber við sær, at fjarstøðan hjá Víkingi og fram til KÍ nú er níggju stig. Undan 16. umfari var hon seks stig.
Hálvleiksstøðan var 1-0 til Víking. Martin Klein Joensen skoraði málið, tá ið hann í fyrsta álopinum hjá Víkingi varð leysur mitt fyri, sneiddi til vinstru fyri seg sjálvan og framvið HB málverjanum og setti bóltin í tóma málið. Framleggingin var úr høgru, og HB verjan var merkiliga tøvandi og læt seg lumpa av Sølva Vatnhamar, sum læt bóltin fara víðari.
Serliga í seinna hálvleiki var Víkingur nógv í verjustøðu, og HB vísti gott hugflog og samanspæl og var støðugt í álopsstøðu. Tað bar við sær nógvar støður í brotsteiginum hjá Víkingi og fleiri góðar møguleikar at fáa bóltin í málið, men tað sá út til ikki at fara at eydnast. Eitt nú var Stefan Radosavljevic púra leysur fimm metrar úr málinum og eftir innlegg úr høgru, men hann setti bóltin skeivu megin stólpan.
Og tað vóru fleiri aðrir møguleikar. Eitt nú tá ið Dan í Soylu úr høgru smekkaði bóltin í stólpan, og Pætur J. Petersen var fleiri ferðir tætt við.
So var tað, at tað síðsta korterið av álvara glapp hjá HB og serliga Pæturi J. Petersen, sum skoraði tvey mál og av álvara var dagsins maður í Gundadali í kvøld.
Í 78. minutti eydnaðist tað HB at javna. Innskifti Adrian Justinussen legði innfyri við horna úr vinstru og mitt fyri málinum var Pætur J. Petersen leysur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við høvdinum setti bóltin í málið.
So var setingurin hjá HB at skora sigursmálið, og fyritreytirnar fyri tí styrknaðu, tá ið Géza Dávid Túri fyri aðru ferð sá gula kortið og tí varð vístur av vøllinum. Og tá ið vanliga leiktíðin var farin, var Pætur J. Petersen aftur upp á spæl. Aftur var tað eftir horna frá Adriani Justinussen úr vinstru, og aftur var tað við høvdinum, at Pætur setti bóltin í málið.
Víkingarnir eru vónbrotnir, og í HB er fagnaðurin stórur. FM heitið hugsa teir ikki um í HB, og silvurplássið er seks stig burtur. Men sigurin kann fara at vísa seg at vera ógvuliga týdningarmikil fyri gongdina tað, sum er eftir av árinum.
HB – Víkingur 2-1 (0-1)
0-1: Martin Klein Joensen 2.
1-1: Pætur J. Petersen 78.
2-1: Pætur J. Petersen 91.
Dómari: Alex Troleis
HB: Teitur Matras Gestsson – Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Joensen – Ári Mohr Jónsson (Adrian Justinussen, 55.), Dan í Soylu, Heðin Hansen, Áki D. Samuelsen – Stefan Radosavljevic (Øssur M. Dalbúð, 63.), Pætur J. Petersen
Gult kort: Hanus Sørensen, Daniel Johansen, Pætur J. Petersen
Venjari: Savic Dalibor
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Jákup Johansen, Géza Dávid Túri, Noah Mneney, Ingi Jonhardsson (Ari Olsen, 71.) – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen (Finnur Justinussen, 46.)
Gult kort: Géza Dávid Túri, Bergur Gregersen
Reytt kort: Géza Dávid Túri 87. (2 gul)
Venjari: Jóhan Petur Poulsen