Tjóðartingið í Pakistan samtykti í dag einmælt at fordøma amerikanska álopið, sum endaði við, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden bleiv skotin. Tingið sigur, at álopið var eitt álop á pakistanska fullveldið, og tingið mælir stjórnini til at endurskoða sambandið millum Pakistan og USA.
Harafturat vil tingið hava stjórnina at banna NATO-lastbilum at flyta útgerð úr Pakistan til Afghanistan, so leingi amerikanararnir senda ómannað flogfør inn um pakistanska markið at bumba.
Politiskir eygleiðarar siga, at viðurskiftini millum Pakistan og USA eru kølnað nógv síðani amerikanska álopið á húsini hjá bin Laden tann 2. mai.