Pál er 4. bestur í heiminum

Tað eydnaðist akkurát ikki hjá føroysku heimsstjørnuni at røkka sigurspallinum í dag

Pál Joensen er í løtuni fjórði besti svimjarin í heiminum í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil. Tað varð staðfest seinnapartin, tá ið finalan í 1500 metra teininum á stuttgeil í frísvimjing var í Doha í Qatar.

Talan er um framúr avrik, sum enn einaferð undirstrikar, at í Páli Joensen eiga Føroyar ein av heimsins bestu svimjarum.

 

Sjálvandi er tað harmuligt, at tað ikki eydnaðist at røkka heiðursmerkjapallin, og ivaleyst er Pál Joensen vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna bronsukrónuna, sum ikki var so langt burtur.

Men Pál Joensen eigur at vera nøgdur við, at hann megnaði at svimja bestu tíðina, sum hann nakrantíð hevur svomið. Tíðin hjá Páli í dag var 14:26.54, sum er meiri enn fimm sekund betri tíð, enn hann áður hevur svomið henda teinin.

 

Gregorio Paltrinieri úr Italia legði bragdliga fyri, og hann var fremstur allan teinin. Vinnaratíðin hjá italiumanninum var 14:16.10, sum er nýtt meistaramet.

 

Oussama Mellouli úr Tunis vann silvur, og Ryan Cochrane úr Canada vann bronsu frammanfyri Pál Joensen.

 

Úrslit

1. Gregorio Paltrinieri, Italia, 14:16.10 (nýtt meistaramet)

2. Oussama Mellouli, Tunis, 14:18.79

3. Ryan Cochrane, Canada, 14:23.35

4. Pál Joensen, Føroyar, 14:26.54 (nýtt føroyskt met)

5. Gabriele Detti, Italia, 14:29.94

6. Jordan Harrison, Australia, 14:33.10

7. Michael Mcbroom, USA, 14:34.31

8. Richard Nagy, Slovakia, 14:35.50

9. Ziao Qiu, Kina, 14:39.41