Tað hevur vakt stóran ans, at Pál Joensen ikki slapp at luttaka í finaluni í 1500 metra frísvimjing í Kazan í Russlandi, tá ið eitt pláss gjørdist tøkt í sjálvari finaluni. Pál gjørdist nummar níggju í innleiðandi umfarinum, og tí átti hann framíhjárætt at luttaka í finaluni, um onkur av teimum átta, ið høvdu vunnið sær pláss í finaluni, ikki fingu luttikið.
Les eisini: Pál snýttur av Sun Yang
Høvuðspersónurin og taparin í hesi støðuni, Pál Joensen, harmast og skrivar soleiðis á Facebook:
- Tað er hart at síggja eina tóma geil í finaluni í 1500 metrar frísvmjing, tá ið tú ert fyrsti eykamaður. Eg hevði ongantíð kunnað ímyndað mær, at ein svimjari fór at geva avboð til eina finalu í sjálvum heimsmeistaraskapinum í síðstu løtu. Vónandi er orsøkin góð, skrivar Pál Joensen um hesa óhepnu støðuna.
Les eisini: Svimjisambandið í øðini um Pál
Hóast heimsmeistarakappingin í Kazan ikki gekst sum ætlað hjá Páli, hevur Føroya besti svimjari ikki mist mótið.
- Eg megnaði ikki at vísa meg frá mínari bestu síðu í hvørki 800- ella 1500 metra frísvimjing. Fyrireikingarnar til kappingina hava tó verið góðar, og tí er tað frustrerandi, at tað ikki gekst betri. Soleiðis gongur tað onkuntíð, men tað fær meg ikki at missa mótið. Eg eri longu klárur til komandi kappingarár, og eg gleði meg at venja nógv fram til olympisku leikirnar, skrivar Pál víðari á Facebook.