Pál í finaluni í 400m frí

Pál Joensen var fjórðbestur, tá ið hann í morgun svam seg í finaluna í 400m frí. Hetta gjørdi hann á Swin Cup Eindhoven stevnuni.

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finaluna í 400 m frí á Swim Cup Eindhoven stevnuni. Hann svam teinin við fjórbestu tíð, sum var 3:55.05.

 

Marginalar skilja fýra teir fremstu at: serbiski Velimir Stjepanovic svam 3:54.71, niðurlendsku Ferry Weertman og Sebastiaan Verschuren ávíkavist 3:54.77 og 3:54.82, og norski Henrik Christiansen var aftanfyri Pál við nýggjum norskum juniormeti á 3:55.38.

 

Finalurnar byrja klokkan 16.30 niðurlendska tíð, har 400 frí er næstsíðsta kapping á skránni.