Tað er klokkan 15.30 í dag, at tað verður greitt, hvussu væl besti føroyski svimjarin, Pál Joensen, fer at standa seg í kappingini við teir bestu í Europa í 1500 metra frísvimjing.
Í morgun hava fýra føroyskir svimjarar roynt seg. Eingin teirra megnaði at svimja seg víðari úr innleiðandi umfarinum, men tveir svimjarar megnaðu at seta persónlig met.
Annar teirra var Eyðbjørn Joensen, sum í 100 metra blandaðari svimjing svam 1:00.30. Besta tíðin hjá honum frammanundan var tann á úttøku stevnuni í november, tá ið hann svam teinin í tíðini 1:00.70.
Hin svimjarin, sum setti met, var Astrið Foldarskarð, sum royndi seg í 100 metra firvalda svimjing. Besta tíðin hjá henni undan kappingini í morgun var í FM 2012, tá ið hon svam teinin í 1:05.07. Í morgun setti hon persónligt met í tíðini 1:04.85.
Í 50 metra ryggsvimjing var tíðin hjá Biritu Debes 28.78. Metið hjá henni er 28.51. Í 1500 metra frísvimjing var tíðin hjá Óla Mortensen 15:34.74. Síðsta vikuskifti setti hann í NJM kappingini persónligt met í tíðini 15:20.07.
Tá ið 1500 metra kappingin við Páli Joensen millum finaluluttakararnar verður seinnapartin, ber tað til at fylgja við á donsku TV2 rásini, sum eisini sjónvarpið hjá KvF samsendir við.
Tilmeldingartíðin hjá Pál Joensen er 14.36.93. Bestu tilmeldingartíðina eigur Gregorio Paltrinieri úr Italia. Tilmeldingartíðin hjá honum er 14:27.58.