Tað sigur Jón Bjarnason, nú Pál Joensen í kvøld skal svimja finaluna í 800 metra frí í kvøld.
- Pál skal ikki bíða eftir hinum, tí teir vinna á honum í sprintinum. Pál skal bjóða av og trýsta hinar frá byrjan, sigur fyrrverandi venjarin hjá Páli, Jón Bjarnason.
Pál Joensen er ikki ein taktiskur svimjari, hvørs styrki liggur í at seta ferðina upp á seinastu 100 metrunum. Hinvegin metir Jón Bjarnason, at Pál hevur eina rástyrki og ein vilja, ið ger at hann kann pína hinar við at drøna avstað.
- Pál skal leggja hart út. Um hann svimur eins væl og í Shangai fyri tveimum árum síðani, so kann hann taka trý sekund av fyrstu 400 metrunum í mun til innleiðandi svimjingina, sigur Jón og leggur afturat.
- Í innleiðandi svam hann seinnu 400 metrarnar eitt hálvt sekund skjótari enn teir fyrru. Tað er eitt gott tekin. Vónandi klárar hann eisini at finna tvey ella trý sekund í teimum seinni 400 metrunum, sigur Jón Bjarnason, sum samanlagt vónar, at Pál klárar at koma á mál fimm sekund skjótari enn í innleiðandi svimjingini.
Jón metir, at Pál Joensen kann vinna heiðursmerki í kvøld, men tað krevur at alt riggar. Meiri sannlíkt er, at hann kemur at kempa um fjórða plássið saman við Oussama Mellouli. Sun Yang er stórfavorittur at vinna gull, meðan Connor Jaeger og Ryan Cochrane eru favorittar at fara við silvur og bronsu.
- Svimur Pál Joensen sína bestu tíð, so hevur hann møguleika fyri silvur heiðursmerki, men meiri sannlíkt er, at hann kemur at kappast um fjórða plássið, sigur Jón Bjarnason.
Finalan í 800 metra frí verður í kvøld klokkan 18.29. Kringvarpið og Eurosport eru millum sjónvarpsrásirnar, ið vísa frá finaluni.