Palin næstu ferð?

Fleiri amerikanskir fjølmiðlar vænta, at tapa John McCain og Sarah Palin valið týsdagin, fara republikanararnir at stilla Sarah Pahlin upp sum forsetavalevni á valinum um fýra ár.

Sambært fjølmiðlunum er Sarah Palin ein umstríddur persónur innanhýsis í republikanska flokkinum. Tað eru tey, sum halda, at við henni hevur flokkurin fingið ein persón, sum kann endurnýggja uppfatanina av flokkinum, sum ikki hevur verið serliga jalig tey seinastu árini. Onnur halda, at hon hevur skaðað valstríðið hjá McCain, og at flokkurin eigur at fáa hana av pallinum sum skjótast aftan á valið týsdagin.

-Tað er einki at ivast í, at Sarah Palin kann røkka langt, og at hon eisini hevur sett sær tað sum mál. Men spurningurin er, hví og til hvat. Vit vita ikki, hvørt hon hellir til hugmyndafrøðina hjá Bush ella Reagan. Tað tosar hon ikki um. Hon bara.... tosar, skrivaði tann konservativa Paggy Noonan í einari grein í blaðnum Wall Street Journal fyri stuttum.

Aðrir konservativir republikanarar hava bent á sama borðið, teirra millum David Brooks, George Will, Kathleen Parker og David Frum. Hesin seinasti hevur sagt, at Sarah Palin er ivaleyst væl umtókt millum teir trúføstu veljararnar hjá republikanska flokkinum, men at hon útvegar ikki flokkinum aðrar atkvøður.

Men tað eru eisini republikanarar, sum styðja varaforsetavalevnið, teirra millum Richard Viguerie. Í einari blaðgrein nú um dagarnar skrivaði hann, at Sarah Palin hevur givið republikanska flokkinum eitt nýtt andlit, og harafturat umboðar hon ein landslut og ein stætt, sum vanliga ikki hava verið á ovastu rók í flokkinum. Blaðstjórin á Weekly Standard, Fred Barnes, er eisini hugtikin av Palin.

-Um republikanararnir skilja tað ella ei, so hevur Sarah Palin stóran týdning fyri flokk teirra, og teir gera eitt stórt mistak, um teir lata hana fara í gloymskuna aftan á valið, skrivar hann.