Páll bjargaði KÍ eitt stig

Liðini fingu eitt stig í part, tá ið ÍF vitjaði KÍ í dag. Fótbóltslíkindini vóru frálík við Djúpumýru, har sera nógv vóru savnað – helst vegna Summarfestivalin.


Eftir ein frálíkan fyrra hálvleik við nógvum málmøguleikum til bæði liðini var tað heldur løgið, at einki mál kom og liðini fóru til hálvleiks við støðuni 0-0.


Seinni hálvleikur var bara fáar minuttir gamal, tá ið Fritleif í Lambanum legði ÍF á odda 1-0. Eitt gott korter seinni javnaði ein eyðsýndur Álvur F. Christiansen til 1-1, og KÍ hevði eisini fleiri málmøguleikar at leggja seg á odda – eitt nú stútaði Sørmundur Kalsø á tvørtræið.


Fimm minuttir fyri leiklok var tað Øssur Dalbúð, sum sendi ÍF á sigurskós, tá ið hann legði ÍF á odda 2-1.


Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, eydnaðist tað Páll A. Klettskarð at javna til 2-2, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.


 

Sí beinleiðis frásøgnina niðanfyri:

 

 

 

 

KÍ - ÍF 2-2 (0-0)

0-1: Fritleif í Lambanum, 47.

1-1: Álvur F. Christiansen, 60.

1-2: Øssur Dalbúð, 86.

2-2: Páll A. Klettskarð, 92.

 

92min.: MÁÁÁÁÁL! KÍ javnar til 2-2. Málskjútti var Páll A. Klettskarð.

 

 

90min.: Dómarin hevur lagt fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini.

 

 

86min.: MÁÁÁÁÁL! 2-1 til ÍF! Øssur Dalbúð hevur lagt ÍF á odda, nú tað bara resta fáir minuttir. 

 

 

83min.: Trý hornaspørk á rað til ÍF, men einki spyrst burturúr.

 

 

80min.: Og nú ein risa møguleiki til KÍ! Páll A. Klettskarð fær bóltin framvið Jákupi Mikkelsen, sum er komin skeivt fyri, men ÍF-leikari ruddar burtur á málstrikuni.

 

 

79min.: Tveir góðir møguleikar til ÍF! Øssur Dalbúð skjýtur frálíkt fríspark í samankomingina, og á returinum er Leivur Joensen tætt við at leggja ÍF á odda.

 

 

78min.: KÍ fremur nú sína fyrstu útskifting. Heðin Klakstein verður útskiftur, og í hansara stað kemur Henry Heinesen.

 

 

73min.: KÍ vil hava brotsspark, eftir at teir meta, at bólturin er farin í hondina á einum ÍF-leikara í málteiginum. Petur Reinert ristir við høvdinum.

 

 

68min.: KÍ fer í mótálop og tað endar við, at bríkslað verður fyri rangstøðu. KÍ smæðist als ikki burtur.

 

 

67min.: Atli Danielsen er bjargingarmaður hjá KÍ eftir trunkaspæl í KÍ-brotsteiginum. Dánjal á Lakjuni hevur sett ferð á ÍF-liðið.

 

 

63min.: ÍF fremur sína fyrstu útskifting. Dánjal á Lakjuni er settur á vøllin í staðin fyri Ari Ó. Ellingsgaard.

 

 

61min.: Triðju ferð í dystinum fær Bogi R. Petersen bóltin eftir hornaspark, men eiheldur hesaferð fær hann bóltin í málið.

 

60min.: MÁÁÁÁÁL! KÍ hevur javnað til 1-1. Hjalgrím Elttør vann bóltin og spældi hann til Álv F. Christiansen, sum legði hann flott í handara horn. Nú kókar ímillum fjølmentu heimafjeppararnir.

 

 

47min.: MÁÁÁÁÁL! 1-0 til ÍF! Ari Ó. Ellingsgaard spældi Fritleif í Lambanum leysan og hann gav ÍF best møguligu byrjanina upp á seinna hálvleik.

 

 

Hálvleikur: Teir eru nú farnir at hvíla seg í Klaksvík, og tað er heldur óvæntað, at støðan er 0-0. Málmøguleikarnir hava nevniliga verið nógvir í tali til bæði liðini.

 

40min.: Risa møguleiki til KÍ! Sørmundur Kalsø stútar bóltin á tvørtræið og í aðru atløgu eydnast tað Jákupi Mikkelsen at fáa fatur á bóltinum.

 

 

35min.: Álvur F. Christiansen er hin mest eyðsýndi hjá KÍ. Eftir frálíkt álopsspæl roynir hann seg við skoti, men Jákup Mikkelsen bjargar lættliga.

 

 

31min.: Ari Ó. Ellingsgaard roynir seg við langskoti, men Meinhardt Joensen bjargar skotinum til horna. Í løtuni er tað ÍF, sum er grammari hevur yvirvág í spælbýtinum.

 

29min.: Ari Ó. Ellingsgaard hevur fingið gult kort fyri at royna seg við skoti eftir at dómarin, Peter Reinert, hevur bríkslað.

 

 

22min.: Bogi R. Petersen roynir seg enn einaferð, men aftur hesaferð fer bólturin framvið málinum. Málmøguleikarnir eru nógvir!

 

 

20min.: Enn ein risa møguleiki til KÍ, og einaferð er Jákup Mikkelsen. Hann bjargar meistarliga, tá ið Páll A. Klettskarð roynir seg úr fimm metrum.

 

 

15min.: Góður málmøguleiki til ÍF, sum eftir hornaspark roynir seg við skoti frá Boga R. Petersen. Hóast skotið var úr stuttari fjarstøðu, so fór tað framvið málinum.

 

 

10min.: Tað er uttan iva KÍ, sum hevur lagt betur frá landi. Enn hava teir tó ikki tilspælt sær meiri enn stóra møguleikan hjá Heðini Klakstein.

 

3min.: Risa møguleiki til KÍ! Heðin Klakstein kom púra leysur mótvegis ÍF-málinum, men veteran-málverjin, Jákup Mikkelsen, bjargaði út til horna.

 

Byrjunaruppstillingar


KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Á. Kalsø, Jógvan Isaksen, Heðin á Lakjuni – Álvur Christiansen, Atli Danielsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Hjallgrím Elttør – Páll A. Klettskarð


ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Høgni Zachariassen, Heri Nesá, Jan Ellingsgaard – Ari Ellingsgaard (63. Dánjal á Lakjuni) Fritleif í Lambanum, Bogi R. Petersen, Nenad Saric – Clayton Soares, Øssur Dalbúð


Undan dystinum: KÍ-venjarin, Eyðun Klakstein, hevur sett álit á sama liðið, sum tapti tepurt ímóti EB/Streymi í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið. ÍF hevur hinvegin verið tvungið til at fremja tvær broytingar. Høgni Madsen og Bartal Eliasen hava leikbann, og í teirra stað eru Fritleif í Lambanum og Heri Nesá komnir.