Føroyski landsliðshópurin hevur í dag spælt ein innanhýsis landsdyst á Tórsvølli. Dysturin var millum teir bláu og teir reyðu. Tað vóru teir í bláum, sum vunnu dystin ikki minni enn 6-0. Bláa liðið gav ábendingar um hvussu landsliðið helst kemur at síggja út.
Les eisini: Innanhýsis landsdystur á Tórsvølli
Serliga Páll Klettskarð gjørdi bart og skoraði ikki færri enn trý av málunum. Hini málini skoraðu Jóan Símun Edmundsson, Christian L. Holst og Róaldur Jakobsen. Okkurt av málunum sá heilt gott út. Millum annað málið hjá Róaldi, har hann lyftur bóltin upp um Tórð Thomsen í málinum.
Møgulig uppstilling
Bláa liðið sá út sum eitt lið, ið Lara Olsen kundi funnið uppá at byrja við. Gunnar Nielsen í málinum, meðan verjan var Odmar Færø og Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni, Viljormur Davidsen á vinstra bakki og Jónas Tór Næs á høgra bakki.
Les eisini: Landsliðið úttikið til dystin móti Finnlandi
Á miðvøllinum var Róaldur Jakobsen nýggur millum Hall Hansson og Fróða Benjaminsen, meðan Christian L. Holst og Gilli Sørensen vóru á hvør sínum vongi. Í álopinum var Páll A. Klettskarð frá byrjan, meðan Jóan Símun Edmundsson kom inn í seinna hálvleiki.
Les eisini: Alex Mellemgaard: Eg visti av ongum
Eitt skifti fór Róaldur Jakobsen út og miðvøllurin var mannaður við Halli Hansson, Fróða Benjaminsen og Jóan Símuni, meðan Páll var fremsti maður.
Brandur bjóðar seg fram
Bara 18 ára gamli Brandur H. Olsen er við á fyrsta sinni. Hann spældi á miðvøllinum hjá teimum reyðu, har hann var fúsur at bjóða seg fram hóast hann er yngsti maður í hópinum. Eitt sindur merkisvert fyri reyða liðið var, at Rógvi Baldvinsson spældi á miðvøllinum. Hann hevur annars bara spælt í miðverjuni á landsliðnum. Hetta tykist merkja, at Rógvi er ikki ovarliga á listanum fyri at byrja í miverjuni.
Les eisini: Gilli klárur til Finnland
Reyða liðið spældi væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki taptu teir heili 5-0 upp á ein hálvan tíma. Spælt var tvær ferðir ein hálvan tíma. Føroyska landsliðið skal sunnukvøldið spæla móti Finnlandi á Tórsvølli.
Innanhýsis landsdystur:
Blátt – Reytt 6-0 (1-0)
1-0 Páll Klettskarð, 15
2-0 Jóan Símun Edmundsson, 34
3-0 Christian L. Holst, 37
4-0 Róaldur Jakobsen, 41
5-0 Páll Klettskarð, 48
6-0 Páll Klettskarð, 54
Bláa liðið: 4-3-3
Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Róaldur Jakobsen(Páll Klettskarð 43.min), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Christian L. Holst, Gilli Sørensen og Páll Klettskarð(Jóan Símun Edmundsson 30.min)
Reyða liðið: 4-4-2
Teitur M. Gestsson(Tórður Thomsen 30.min) – Bárður Hansen, Hørður Askham, Jóhan Troest Davidsen,Ári M. Jónsson – Kaj Leo í Bartalsstovu, Brandur H. Olsen, Rógvi Baldvinsson, Pól Jóhannus Justinussen – Arnbjørn Hansen og Klæmint A. Olsen