Pallborð um føroyskt bátasmíð

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setur tiltaki. Óluva Zachariassen er orðstýrari.

Tjóðsavnið skrivar, at føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi. Í øldir er handverkið at smíða føroyskar bátar borið víðari frá eldri til yngri ættarlið. Men nú er vandi fyri, at aldagamla handverkið og siðvenjurnar fara fyri bakka.

 

Vinnuliga brúkið av føroyska bátinum er nærum burtur, og eftirspurningurin eftir nýggjum bátum er nærum eingin. Kappróðurin heldur lív í bátasmíði og brúki, men kann ikki standa einsamallur.

 

Bátasmiðir verða ikki settir við, og verða munagóð stig ikki tikin nú, er handborna vitanin um føroyskt bátasmíð og um bátasiðvenjur burtur um heilt fá ár.

 

Týskvøldið tann 21. apríl á mentanarvikuni í Runavíkar kommunu verður sjóneykan sett á føroyska bátin, hetta verður fyri øll ið eru áhugað í føroyska bátinum og føroyskum bátasmíði. Við framløgum, kjaki og pallborði verður umrøtt, hvussu bátasmíð kann verða varðveitt sum eitt livandi handverk, og hvussu føroyski báturin kann verða varðveittur í brúki.

 

Hvussu kunnu land, kommunur, stovnar, feløg og einstaklingar arbeiða saman um at varðveita bátasmíð og bátasiðvenjur fyri eftirtíðina?

 

Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, setur tiltaki. Óluva Zachariassen er orðstýrari.

 

Tiltakið verður í Borg á Glyvrum, týskvøldið 21. apríl, klokkan. 19.00 - 21.00

 

Skráin:

 

19.00-05 Vælkomin

Mass Hoydal, leiðari í Visit Runavík

 

19.05-19.15 Setan av tiltakinum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

 

19.15-19.30 Føroyskt bátasmíð í framtíðini

Framløga við Kristinu Djurhuus Christiansen, savnvørði og samskipara av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið

 

19.30-19.45 Tiltøk og átøk sum kunnu bjarga føroyska bátinum

Framløga við Herleifi Hammer, stjóra á Tjóðsavninum

 

19.45-20.00 Stutt prát um týdningin av føroyska bátinum

 

- Samson Højgaard, stovnari av Boat.fo

 

- Rodmundur Nielsen, stjóri í BORG

 

- Sonja Kjølbro, forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag

 

20.00 – 20.20 Steðgur

 

20.20 - 21.00 Pallborðsfundur um føroyska bátin og bátasmíð í framtíðini

 

- Tórbjørn Jacobsen

Borgarstjóri í Runavíkar kommunu og forfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið

 

- Elsa Berg

Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu og næstforfólk í stýrinum fyri Kommunufelagið

 

- Hanus Jensen

Føroyskur bátasmiður og savnsmiðlari, Vikingeskibsmuseet

 

- Heini Hátún

Umboð úr Føroyum í norðurlendska stýrisbólkinum fyri UNESCO-innskrivingini av norðurlendska súðubygda bátinum

 

- Kristina Djurhuus Christiansen

Savnvørður og samskipari av UNESCO-innskrivingini av føroyska bátinum, Tjóðsavnið

 

21.00 Spurningar og samanumtøka