Palli er føddur og uppvaksin í Skálavík, sonur Astrid, f. Jacobsen, úr Skopun, og Axel Dalsgaard, á Mølini í Skálavík.
Størsta partin av lívi sínum hevur Palli koyrt rutukoyring millum bygdirnar í Sandoynni. Henda rutukoyring við mjólk, frakt og posti, varð ofta koyrd undir sera ringum umstøðum. Allar bilumvælingarnar vórðu gjørdar í bilhúsinum sum pápin, Axel Dalsgaard, og synirnir høvdu í Skálavík.
Hóast Palli ongan annan skúla hevði enn barnaskúlan, lærdi hann nógv av teimum fólkum, hann hevur verið saman við, sum t.d. í handlinum á Mølini í Skálvík. Palli sigur, at fyri honum var handilin ein skúli.
Eisini var hann sum ungur nógv saman við fólki í Skopun, sum høvdu verið á háskúla í Danmark, og lærdi hann nógv av teimum. Veturin 1972-73 var Palli umskúlaður á skúlanum norðuri við Áir.
Í 1973-74 hevði hann skrivstovustarv á Royndarstøðini í Hoyvík. Eftir tað fekk hann starv á Bil- & Maskinverkstaðnum á Sandi. Hetta starv røkti hann í 18 ár.
Palli hevur altíð havt hug at skriva, vit síggja ofta hansara lesarabrøv í bløðunum. Hann hevur eisini savnað hópin av tilfari um bilasøguna í Sandoynni fyri áhugafelagið Føroya Ellisakfør.
Fyri fimm árum síðan gav Palli út eina sera snøgga og áhugaverda bók við heitinum "Staðanøvn uttangarðs í Skálavík". Bókin er um staðanøvn sum Leifur Tróndarson (1901-1980) í Skálavík hevur savnað.
Palli giftist við Ragnhild (1933-1997), f. Joensen, úr Skálavík. Ragnhild og Palli fingu fýra børn, tey eru: Jovina, Atli, Maria og Anthonius.
Føðingardagurin verður hildin á Keldu í Skálavík leygardagin 12. juli kl. 17.