Nú samgonga varð skipað, og dagurin var komin, tá løgmaður skuldu veljast, var pápi Beinir ikki heima. Líggjas Johannesen var umborð á frystilínuskipinum, Klakki í íslendskum sjógvi

Pápin var til skips tá sonurin gjørdist løgmaður

Pápi Beinir Johannesen, Líggjas Johannesen, er línuskipari, og hann var staddur umborð á frystilínuskipinum Klakki í íslendskum sjógvi, tá sonurin varð valdur til Føroya løgmann

 

Nú samgonga varð skipað, og dagurin var komin, tá løgmaður skuldu veljast, var pápi Beinir ikki heima. Líggjas Johannesen var umborð á frystilínuskipinum, Klakki í íslendskum sjógvi

29 ára gamli, Beinir Johannesen, sum á tingfundi mánadagin varð valdur til Føroya løgmann, er yngstur av trimum systkjum. Hini bæði systkini eru John Viljam, sum er føddur í 1995 og Vilbjørg, sum er fødd í 1992. 

 

Foreldrini eru Astrid og Líggjas Johannesen. Astrid fæst við handil í Klaksvík, og pápin er línuskipari. Brøðurnir, Líggjas og Bethuel, eiga frystilínuskipið Klakk saman við fiskavirkinum, Kósini í Klaksvík.   

 

Nú samgonga varð skipað, og dagurin var komin, tá løgmaður skuldu veljast á tingfundi mánadagin, var pápi Beinir ikki heima. Líggjas var umborð á Klakki, sum fiskar í íslendskum sjógvi.

 

Klakkur er frystilínuskip, og túrarnir hjá teimum liggja vanliga um einari 4-6 vikur – alt eftir, hvørjar kvoturnar eru, og hvussu fiskiskapurin er.

 

Tá Líggjas er í landi, er tað bróðurin, Bethuel, sum er á brúnni. Teir skiftast um at føra skipið, og tá annar er heima, er hin umborð. Hesaferð passaði tað soleiðis, at pápin var burtur, tá sonurin varð valdur í løgmansembætið. 

 

##med2##

 

Men, hóast pápin ikki fekk høvi at uppliva løtuna heima, vóru mamman og flestu av teimum nærmastu í móðurættini við, og tað var abbin í móðurættin, Rólvur, eisini.   

 

Eisini í faðirættini var familjan væl umboðað, tí nú pápabeiggin, Aksel V. Johannesen, skjótt skuldi lata Beiniri lyklarnar til løgmansskrivstovuna, skuldi Aksel – frá at hava verið løgmaður – nú veljast til landsstýrismann í fíggjarmálum.

 

Lesið eisini: Hon var mamma løgmann - nú er hon omma løgmann

 

https://www.in.fo/news-detail/hon-var-mamma-loegmann-nu-er-hon-omma-loegmann

 

 

 

Nú samgonga varð skipað, og dagurin var komin, tá løgmaður skuldu veljast, var pápi Beinir ikki heima. Líggjas Johannesen var umborð á frystilínuskipinum, Klakki í íslendskum sjógvi

Mynd: Álvur Haraldsen