Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at fleiri taskur vóru horvnar úr TB-húsinum.
Løgreglan tók senni eitt ungt par fyri stuldurin, og tá húsarannsókn varð gjørd heima hjá unga parinum, kom løgreglan fram á fleiri aðrar taskur, sum vóru stolnar úr VB-húsinum á jóansøku.
Parið verður nú skuldsett fyri stuldur.
Og løgreglan í Havn hevur eisini eitt mál um stuldur at arbeiða við. Leygarnáttina varð brotið inn í Gullhorninum, har einir 50-60 ringar vórðu stolnir umframt ur, aðrir prýðislutir og ein grindaknívur.
Ringarnir vóru kortini sýnisringar og tískil einki verdir, men ur og grindaknívur hava tó sítt virði.
Eingi spor vóru at finna á staðnum, og løgreglan stendur tí á berum í løtuni.