Paradise huglag í Føroyum

Teir eru ikki sum lundi á jólanátt, kenningarnir úr Paradise Hotel. Gestir úr sjónvarpsrøðini Paradise Hotel gerast alt vanligari í føroyska náttarlívinum.Martin og Stolle frá Paradise Hotel koma nú til Føroya at halda vikuskifti. Teir verða at hitta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 3. mai og í Club 700 í Klaksvík tann 4. mai. Eisini hava teir við sær í viðførinum ein vinning - eina flogferð úr Danmark til Sunny Beach við fleiri kendum reality stjørnum, sum gestirnir í Fuglafirði og í Klaksvík hava møguleika at vinna.