Í morgin 24. august verða Paralympisku leikirnir Tokyo2020 settir.
Setaninarhátiðin byrjar kl 12 føroyska tíð, og tað er Hávard Vatnhamar ið skal bera Merkið inn á Olympiska leikvøllin í Tokyo.
Hóast setanin verður uttan áskoðarar verður nógv gjørt burturúr, bæði við undirhaldi og tí meir formella.
Fyri at fáa ein serligan føroyskan dám á setanina hevur Parasport Føroyar fingið Shisa Brand, ið er føroyskt bindimerki, við serligum tilknýti til Japan, at sniðgeva og binda ein vest, til føroyska toymið. Vesturin er bundin úr 100% føroyskari ull og hevur eyðkent Shisa Brand bordamynstur.
Hávard Vatnhamar er einasta Føroyska umboðið í leikunum í Tokyo, og skal kappast í maraton (klassa T46) 5. septembur kl 0650 lokala tíð (hetta er 4. septembur kl 2250 føroyska tíð)
DR2 sendir setanina beinleiðis frá kl 11:45 føroyska tíð.
##med2##