Paris: 300 fólk handtikin í morgun

Løgreglan brúkar táragass fyri at fáa tamarhald á støðuni

Tað er ikki nógvur jólahugni í gøtunum í Paris í hesum døgum, nú høvuðsstaðurin er vorðin vígvøllurin í mótmælunum hjá fronskum borgarum móti politikkinum hjá sitandi stjórn.


Altjóða miðlar boðaðu í morgun frá, at franski høvuðsstaðurin var at líkna við ein spøkilsisbý, aftaná at myndugleikarnir høvdu stongt øll søvn, handlar og metroina í eini roynd at tálma mótmælunum, ið hava herjað landið og høvuðsstaðin seinastu vikurnar.


Tað eydnaðist tó ikki nakað serligt, tí longu um níggju tíðina vóru umleið 1.500 mótmælisfólk savnaði á høvuðsgøtuni Champs-Élysées.


Og sambært NRK gongur tað ikki friðarliga fyri seg. 300 mótmælisfólk eru longu handtikin, meðan løgreglan brúkar táragass fyri at fáa tamarhald á støðuni.


Hetta er fjórða vikuskiftið á rað, at sokallaðu gulu vestarnir hava boðað frá mótmælum í høvuðsstaðnum og býum kring landið. Mótmælini kyknaðu av ætlanini hjá stjórnini at hækka avgjaldið á bensin. Av mótmælisfólkunum bleiv hetta uppfatað sum enn ein skattur, ið rakar tey, ið longu hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman.


Franski forsetin Emmanuel Macron hevur fyribils útsett uppskotið, tó uttan at tað hevur sissað mótmælisfólkini, ið tykjast at hava mist tolið við nýggju stjórnini, ið so høgar vónir vóru til. Veljarakanningar vísa eisini, at einans 23 prosent av veljarunum meta, at forsetin ger eitt gott arbeiði, meðan Politico veit at siga, at umleið 70 prosent av fraklendingum stuðla mótmælisfólkunum.


Sambært Reuters tíðindastovuni eru 89.000 løgreglufólk sett á varðhald í dag í samband við mótmælini, harav 8.000 av teimum eru á varðhaldi í høvuðsstaðnum.