Nýggja parkeringsøkið á Frælsinum í Havn. Mynd: Heri Á. Simonsen

Parkera nú á grasfløtuni á Frælsinum

Nú síggjast bilar á perkringsplássinum, sum gjørt er til Fróðskaparsetrið á Læraraskúlavøllinum.

Nýggja parkeringsøkið á Frælsinum í Havn. Mynd: Heri Á. Simonsen

Tað er sum liður í kampus-verkætlanini, at parkeringspláss nú eru gjørd á vøllinum hjá gamla Læraraskúlanum á Frælsinum, sum nú er partur av Fróðskaparsetri Føroya.

Føroya Læraraskúli og Venjingarskúlin vórðu bygdir í sekstiárunum, og bygningarnir tiknir í nýtslu til skúlaársbyrjan í 1968.

Fyri nøkrum árum síðani flutti Venjingarskúlin út og er nú partur av Skúlanum á Fløtum. 

Læraraskúlin er nú partur av Fróðskaparsetri Føroya, sum nú húsast í bygninginum.

 

Nýggja parkeringsøkið á Frælsinum í Havn. Mynd: Heri Á. Simonsen