Nógv eru tíðirnar broyttar síðani Parma var ímillum stórfeløgini í italskum fótbólti eitt nú í 90'unum, tá ið teir sum størsta minnið tað áratíggju vunnu UEFA Cup í 1999 við leikarum sum Gianluigi Buffon, Lillan Thuram, Dino Baggio, Juan Sebastian Veron og Hernan Crespo á liðnum.
Parma er framvegis í fremstu deildini, Seriu A. Í fjør gjørdust teir nummar seks og spældu seg harvið í Europa League, men teir hava fingið noktað luttøkuloyvi av tí at teir ikki lúka allar treytirnar frá UEFA. Høvuðstrupulleikin er ógoldnar rokningar.
Í dag er felagið tætt við at fara á húsagang. Fíggjarliga støðan í felagnum er somikið álvarslig, at dysturin, sum skuldi spælast ímóti Udinese í gjár, ikki bleiv spældur. Orsøkin var, at felagið ikki hevði ráð at gjalda trygdarvørðunum løn fyri sítt arbeiði.
Hernan Crespo, sum nú starvast sum ungdómsvenjari í felagnum, sigur við italskar miðlar, at leikarar ikki fáa heitt brúsubað eftir venjing. Orsøkin er, at felagið ikki hevur ráð at gjalda fyri heitt vatn.
Parma skal næsta sunnudag spæla á útivølli ímóti Genoa, men tað er ivasamt, um felagið hevur ráð til at gjalda bussferðina hjá leikarunum. Ein av royndu leikarunum, 37 ára gamli Alessandro Lucarelli, sigur, at leikararnir eru fúsir at ferðast í egnum bili.
Felagið er á aftasta plássi í Seriu A, leikararnir hava ikki fingið løn í langa tíð og fleiri eigaraskifti hava verið hetta kappingarárið. Nýggjastu tíðindini siga, at kommunan roynir at finna íleggjarar, sum kunnu bjarga felagnum áðrenn tað skal á fund við italsku myndugleikarnar 19. mars við húsagangi fyri eyga.