- Fleiri partrolarapør eru til fiskiskap, og í løtuni fáa skipini onkur brúkilig hál, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at nøkur pør koma inn at landa í næstu viku.
Fríggjadagin vóru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap undir Føroyum, og teir koma helst inn at landa í næstu viku.
Tríggir trolbátar eru á landleiðini, og tríggir fiska tosk, hýsu, upsa og flatfisk norðanfyri. Væntandi er, at onkrir bátar koma inn at landa fyrst í næstu viku og fleiri seinni í vikuni.
- Vit vænta, at øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku. Eitt skip hevur lagt og verður pussað upp, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.